Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er av alstórum týdningi, at vinnan hevur so góða atgongd til marknaðir sum yvirhøvur til ber.

Tað er gleðiligt, at útflutningurin  er vaksin so nógv tey seinnu árini. Vit hava júst nú, fyri fyrstu ferð nakrantíð, útflutt fyri yvir 11 milliardir av fiskavørum eftir einum ári.

Tó mugu vit áhaldandi betra um handilsliga atgongdina hjá Føroyum við útheimin.

Eisini á Fólkatingi.

Í Føroyum hava vit ynskt okkum sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum, WTO, men danir hava noktað. Vit hava eisini ynskt okkuim betri handilsavtalur fyri Føroyar.

Alt hetta má eitt føroyskt fólkatingsumboð hava við í sínum arbeiði, tá ið mann fer til verka á Christiansborg.

At mann slóðar fyri og skapar forstáilsi fyri okkara ynskjum, so vit fáa betri atgongd til marknaðir kring allan heimin, serliga evropeiska marknaðin, sum Danmark er partur av, til frama fyri allar Føroyar.

Tað vilja eg og Fólkaflokkurin.

Beinir Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo