Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Pensjón: Á Betri Pensjón hava tey nú hugt neyvt at tølunum fyri árið í fjør. Serliga eitt tal skilir seg burturúr. Tað er útgjaldið fyri lívstryggingar.

- Í fjør rindaðu vit meiri enn tvífalt so nógv, sum vit hava rindað í miðal um árið, síðani Betri Pensjón varð stovnað. Og vit rindaðu meiri enn tvífalt so nógv, sum í fyrraárið. Tað sigur mær, at óvanliga nógv fólk fóru foldum frá á ungum árum í fjør. So nógv, at tað er undranarvert, vísir Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón, á.

Seinastu árini hevur útgjaldið fyri lívstryggingar í miðal verið 8-10 milliónir. Tað hevur ligið nøkulunda javnt ár um ár. Men í fjør var útgjaldið góðar 20 milliónir kr.

- Lat meg sláa púra fast, at endamál okkara júst er at hjálpa fíggjarliga, tá ið fólk koma út fyri tí ringasta. Tað er tí, tey tekna sær lívstrygging. Men vit mugu undrast á tað ómetaliga høga talið av fólki undir pensjónsaldur, sum í fjør fóru um sýn. Spurningurin er, um hetta var eitt einstakt óvanligt ár, ella um hetta er eitt tekin um eina nýggja gongd, sigur Helgi L. Petersen.

Virksemið annars
Tó at Betri Pensjón veitir tryggingar fyri sjúku, óarbeiðsføri og deyða, so er høvuðsvirksemið kortini at umsita pensjónir. Eisini á hesum økinum var árið serligt.

- Allur íløgumarknaðurin er sera ávirkaður av høgari inflatión, rentuhækkingum og kríggi. Tað eru vit og úrslit okkara eisini. Kortini hava vit staðið okkum væl í 2022 samanborið við onnur líknandi feløg, sigur Helgi L. Petersen, sum vísir á, at felagið er sterkt og álitið á felagið er stórt.

Hóast úrslitið í fjør ikki var gott, vísir hann á, at fyrstu mánaðirnir í ár hava givið ábendingar um, at vend nú er um at koma í.

- Tíbetur síggja fyrstu tølini í 2023 betri út. Vit hava sæð, at tølini eru vend frá at vera negativ til at vera positiv, og harvið hava vit tilskrivað kundunum positiv avkast á knøpp 2% í miðal fyrsta ársfjórðing í 2023.

Árið í stuttum:
Ársúrslit eftir skatt: -10,2 milliónir
Tryggingar- og pensjónsgjøld: 192 milliónir
Avkast hjá kundum í miðal: -9,6%
Íløguogn hjá kundum við árslok: 1.695 milliónir
Eginogn: 71,1 milliónir
Solvensdekningur: 258%

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo