Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Pensjón: Nú kemur Betri Pensjón við javnstøðutíðindum – tí framyvir fara kvinnur og menn at fáa somu lívrentur.

Betri Pensjón ger ikki longur mun á kyni, tá ið útrokningar av lívrentum verða gjørdar. Lívrentur eru tað, sum tú fært útgoldið hvønn mánað restina av lívinum, tá tú ert komin í pensjónsaldurin. Málið um, at menn hvønn mánað fingu meira útgoldið, varð tikið upp í fjør og umrøtt sum ein javnstøðutrupulleiki. Kjakið gekk bæði í miðlunum og á Løgtingi.

Stjórin í Betri Pensjón, Helgi L. Petersen, sigur, at henda uppbýting hevði sín uppruna í, at kvinnur liva eini 10% longur sum pensjonistar enn menn, og sostatt fingu tær hvønn mánað 10% minni útgoldið men yvir eitt longri tíðarskeið. Kjakið snúði seg um, hvørt tað er rímiligt at taka atlit til hendan munin í livitíðini hjá monnum og kvinnum, tá útrokningin verður gjørd.

Hóast Løgtingið ikki tók nakra støðu í málinum, men legði tað út til lívstryggingarfeløgini at avgreiða, so var eingin ivi um, at ein meiriluti ynskti at fáa hetta broytt sum skjótast. Og sum Betri Pensjón hevur sagt so mangan, so er tað eingin trupulleiki at broyta hetta, um undirtøka er fyri tí frá øllum pørtum. Ikki tí, sigur Helgi L. Petersen, higartil eru tað sera fá, sum hava merkt mun á lívrentunum. Eftirlønarlógin ásetur nøkur mørk, sum gera, at hetta mest hevur verið ein trupulleiki, sum hoyrdi framtíðini til.

Men nú er avgerðin so tikin: Lívrentur, sum koma í gildi frá 1. januar 2021 og fram, fara ikki at taka atlit til kyn, tá mánaðarligt útgjald skal ásetast. So nú fara kvinnur og menn at fáa somu mánaðarligu upphædd – um teirra útgangsstøði væl at merkja er tað sama. Helgi L. Petersen sigur seg fegnast um hesa broyting, sum tykist hava breiða undirtøku millum fólk, fakfeløg, myndugleikar og onnur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo