Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini.
Spyrjari:  Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari:  Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni:  Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni

Spurningar: 
- Hvussu gongur við at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslógini um sjófeingi - nær kann væntast ein loysn?

- Hvussu gongur við endurskoðanini av reglunum í sjófeingislógini fyri antitrust til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum - nær kann væntast ein loysn?

Viðmerkingar:
Tað kann upplýsast, at umsøkjarar í uppsjóvarvinnuni hava bíðað síðan hálvan januar í ár eftir at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 16. mai 2022.

Ein umlegging til egnar árskvotur er við til at tryggja ein støðugan rakstur og skapa møguleikar fyri at gera íløgur/ nýíløgur.

Í løtuni vita teir smærru aktørarnir ikki, hvat grundarlagið er í framtíðini fyri teirra virksemi, av tí, at teir eru bundnir at eitt-ára veiðiloyvum, umframt aðrar avmarkingar, sum eru.

Størru reiðaríini í uppsjóvarvinnuni hava 12-ára veiðiloyvir.

Í samgonguskjalinum er ásett, at reglurnar fyri antitrust verða endurskoðaðar til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum. Víðari stendur at lesa, at aktørarnir í uppsjóvarvinnuni verða javnsettir, um kvotur minka. Í løtuni verða kvoturnar minkaðar fyrst hjá smærru reiðaríunum.

Vit kunnu staðfesta, at teir stóru aktørarnir í fiskivinnuni javnan uppkeypa teir smærru aktørarnar. Somuleiðis síggja vit, at teir nýggju aktørarnir í uppsjóvarvinnuni ikki fáa tillutað nóg mikið av kvotum til veruliga at fóta sær á einum rakstrarverdum grundarlag.

Tað hevði borið til at javnsett aktørarnar í uppsjóvarvinnuni og í øðrum lagi at givið teimum smærru aktørunum grundarlag fyri at reka eitt lønsamt og framtíðarrættað virksemi.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 27. apríl 2023
Erhard Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo