Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amerikanski forsetin Joe Biden umtalaði Pólland við vøkrum orðum fyri stuðulin til Ukraina í taluni hann helt í Warszawa í kvøld. Og undirstrikaði eisini at Vesturheimurin hevur ongar ætlanir um at leypa á Russland.

– Vit tosa aftur til russiska fólkið. Vit hava ongar ætlanir um at oyðileggja ella leypa á Russland, sum Putin forseti segði í dag. Europa og USA eru ikki fíggindar Russlands. Kríggið er ikki neyðugt, men ein sorgarleikur sum Putin kann fáa ein enda á beinanvegin, segði Biden.

Í taluni ákærdi hann Russland fyri at fremja ræðuleikar móti Ukraina. Hann tók uppaftur at Vladimir Putin forseti hevði mett skeivt tá ið hann gjørdi innrás í landið.

– Samanhaldið í Nato nú er sterkari enn nakrantíð, segði amerikanski forsetin sambært NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo