Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Hagtøl yvir avlýsingar hjá Smyrli og avloysaraskipum á Suðuroyarleiðini
Spurningar:
1. Hvussu nógvar avlýsingar hava verið á Suðuroyarleiðini frá 1990 til í dag?
2. Hvussu býta avlýsingarnar seg mánaðarliga og árliga fyri hvørt einstakt skip á leiðini - eisini fyri avloysaraskip?
Viðmerkingar:
Avlýsingar á Suðuroyarleiðini eru blivnar ein afturvendandi trupulleiki hjá teimum, sum búgva og virka í Suðuroynni og øllum, sum brúka farleiðina í síni heild.
Spurningurin er, um hetta er nakað, sum hevur vundið upp á seg seinastu árini, ella um tað altíð hevur verið soleiðis.
Tey, sum minnast aftur í tíðina, siga seg ikki hava upplivað so nógvar avlýsingar sum nú, men gott hevði verið at fingið innlit í veruligu tølini.
Er veruleikin tann, at nógv flestar avlýsingar eru í nýggjari tíð?
Tað er umráðandi at fáa eitt neyvt útgreinað yvirlit yvir allar avlýsingar, sum hava verið til og frá Suðuroynni frá 1990 til í dag.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 21. januar 2022
Bjarni Hammer
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo