Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri hjá Tórshavnar kommunu, Ingi Justinussen, verkfrøðingur hjá Martin E. Leo og Kári Mortensen, deildarleiðari hjá Orku á Umhvørvisstovuni, fyrireika seg til at geva fólki góð ráð um teirra orkustøðu á Ósvart

Bilegg tær eitt prát um tykkara bústað á orkuráðstevnuni Ósvart 3. og 4. november í Norðurlandahúsinum!

Hvør hitaloysn er best til okkum? Skulu vit bjálva meir, áðrenn vit umhugsa at skifta? Hvat er best - jarðhiti ella luft-til-vatn? Og hvat hevur aldurin á húsunum at siga? Eftirspurningur er eftir óheftari ráðgeving um upphiting og orkusparing.

Á orkuráðstevnuni Ósvart, sum verður hósdagin 3. og fríggjadagin 4. november 2022 í Norðurlandahúsinum, ber til at fáa eitt prát við umboð frá Umhvørvisstovuni, Tórshavnar kommunu og ráðgevandi verkfrøðingafyritøkuni Martin E. Leo. Umleið eitt korter er sett av til hvørt prátið.

Bílegg tær tíð við at senda boð til facebooksíðuna hjá ráðstevnuni, sum tú finnur her:

Ósvart (Facebook)

Óhefta og ókeypis ráðgevingin er sjálvandi ikki bindandi, men vegleiðandi og vónandi stuðlandi, tá ið tú ætlar tær undir eitt orkuskifti ella umbygging.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo