Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar kommuna: Í oktobur fór nógv tíð við fjallagongu, fletting og upptøku. Endiliga sleppa vit at heysta ágóðan av arbeiðinum og njóta góðu kjøtstykkini.

Tá vit eru liðug at piða smakkríku kjøtbeinini, eru vit kanska í so bráð og tveita tey í ruskspannina. Tá lata vit høvið at troyta rávøruna gleppa okkum av hondum.

Gamalt er, at fólk kóka beinasoð, og nøkur munnu tey vera, ið enn goyma kjøtbein til at gera sær heilsugóða soð.

Tað er bæði bíligt, ómakaleyst og burðardygt at gera beinasoð. Í staðin fyri at tveita beinini í ruskspannina, kanst tú gera leskiligt og føðsluríkt beinasoð, ið er sera gott móti vetrarkuldanum. Tá tú kókar kjøtbein, verða føðsluevni latin út í vatnið, og lætt er hjá kroppinum at upptaka hesi evni, tá tú drekkur soðið.

Beinasoð kann gerast við beinum frá flest øllum djórum: Grísum, neytum, seyði, fugli og fiski. Best er at nýta kjøtbein frá djórum, ið hava gingið leys. Hesi hava besta smakkin og størstu mongdina av føðsluevnum. Eg mæli tær frá at gera soð við beinum frá búrhøsnum.

At gera soð er lættur háttur at minka um matoyðsl, tí tú kanst nýta alskyns grønmetisleivdir. Skipað rúm í frystiskápinum, har tú hevur tveir posar til ávikavist kjøtbein og grønmetisleivdir. Tá tú hevur savnað nokk av leivdum, tømir tú posarnir og kókar soðið. Soðið kann nýtast til suppu og sós ella sum heitur drykkur.

Týdningarmikið er at minnast til edikin, tá tú gert beinasoð. Edikurin dregur góð føðsluevni úr beinunum og út í vatnið.

Her fært tú eina lætta uppskrift til beinasoð. Væl gagnist tær!

1. Koyr 1 kilo av kjøtbeinum í eina grýtu og so mikið av vatni, at kjøtbeinini eru undir. Koyr 2 súpiskeiðir av súreplaediki í grýtuna.

2. Lat tilfarið standa í 20-30 minuttir.

3. Koyr grønmetisleivdir (t.d. 1 leyk, 2 stelkar av sellarí, 2 gularøtur), lavrberjabløð, salt og pipar í grýtuna.

4. Koyr meira vatn í grýtuna, soleiðis at vatnið er uml. 3 cm yvir beinini og grønmeti.

5. Tendra kókiplátuna og fá vatnið upp á kók.

6. Tá tað spruttkókar í grýtuni, minka um hitan.

7. Lat løgin kókað við møkum hita í 12-24 tímar. Jú longri tíð løgurin kókar, betri verður smakkurin, og størri mongd av føðsluevnum koma út í løgin. (Tú sparir tíð við einum trýstkókara!)

8. Tak skúmið burtur við einari súpuskeið.

9. Tá 30 minuttir eru eftir av kókitíðini, kanst tú koyr eitt sindur av persillu og hvítleyki í grýtuna.

10. Síla soðið og tveit leivdirnar burtur ( Ella ger beinamjøl við beinunum!)

11. Lat soðið kølna.

12. Koyr soðið í smá íløt, sum tú kanst goyma í frystiskápinum.

Skrivað greinina hevur Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen. Átakið Lívrunnið burturkast, rávørur og náttúra varpar ljós á nærframleiðslu og hvussu nøgdirnar av burturkasti í Tórshavnar kommunu kunnu gerast minni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo