Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Spring Electric fyri 128.990 krónur í Danmark. Føroyska prísin kenna vit ikki enn. Men hetta er prísurin í Danmark fyri tann higartil nógv bíligasta elbilin.

Bilurin kemur frá Renault og kallast Dacia Spring Electric. Hann hevur ein 33kW motor og battaríið er uppá 27,4 KWh, sum svarar til 44 hk. Ikki ein rasari, men ein fittur frá a til b-bilur, sum klárar 305km uppá eina løðing.

Í prísinum er eisini manuel air-condition, Bluetooth-radio, USB, LED og ein Mode 3 løðikápil. Hann hevur eisini neyðbremsu, 7 tumma skerm, elrútar og takboylar sum standard. Dýrasta sniðið kostar 140.000 í Danmark. Hann hevur eisini bakkikamera, navigatión og metallakk sum standard.

Spring hoyrir til mikroflokkin, 3,7m langur og 1,77 breiður við stórum viðførisrúmi uppá 290L. Hann hevur meiri trygdarútgerð enn Renault Clio.

Spring verður sostatt væl bíligari enn teir báðir elbilarnir Seat Mii og VW Up, sum í Danmark kosta ávíkarvist 160 og 180 túsund.

Til ber at bíleggja bilin í Danmark frá miðskeiðis í apríl og hann kemur til sølu í september. Vit gita, at tá kemur hann eisini til Føroya.

Kappingin um elbilar er øgiliga millum dýrastu merkini. Men Renault roknar við, at Spring verður bilurin sum meira enn nakar annar fer at gera, at “vanlig” fólk fara at umhugsa at keypa elbil, serliga til býarkoyring.

Í Føroyum eru tað WaagBilar, sum umboða Renault/Dacia.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo