Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein bilur fór útav vegnum í Árnafjarðartunlinum og forðaði ferðsluni í útivið ein tíma í gjár.

Tað upplýsir vakthavandi á politistøðini í Havn.

- Tað ljóðar kanska undarligt, at ein bilur fer útav í einum tunli, men tað er tí at kanturin niður í grøvina við síðuna av vegnum er rættuliga høgur, at tað ber til at fara útav inni í tunlinum, greiðir vakthavandi frá.

Støðan var eitt sindur trupul, tí bilurin var djúpt inni í tunlinum, og av tí at hann forðaði ferðsluni, sluppu tey, sum skuldu koma til hjálpar heldur ikki fram til bilin. Men so tóku fólk á staðnum, sum ikki sluppu ígjøgnum tunnilin, sakina í egnar hendur og fingu bilin uppaftur.

- Tað gekk umleið ein tími, til ferðslan aftur koyrdi sum hon skuldi, sigur vakthavandi.

Ongin fólkaskaði hendi.

Síðstu nátt varð ein maður tíðliga í 20unum tikin á eini matstovu í Havn, tí hann gjørdi seg inn á aðrar gestir.

- Hann bæði beit og skumpaði fólk, og liggur nú og svevur rúsin av sær her hjá okkum. Tá hann vaknar verður hann avhoyrdur og helst skuldsettur, greiðir vakthavandi frá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo