Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Starvsfelagið: Tá freistin at stilla upp til nevndarvalið í Starvsfelagnum var farin 1. februar, var greitt, at tað bert eru tveir limir, ið bjóða seg fram til teir tveir nevndarsessirnar, sum stóðu fyri vali.

Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr stóðu fyri vali, og báðar hava boðað felagnum frá, at tær ynskja at halda fram í einum nýggjum trý ára valskeiði.

Nú tað er greitt, at tað bert eru tvey valevni, verður ikki skipað fyri undanvali áðrenn aðalfundin. Birita og Borgný eru tí afturvaldar uttan mótvalevni. Sostatt er greitt, at nevndarsamansetingin verður óbroytt eftir aðalfundin.

Aðalfundur felagsins verður í Smæruni leygardagin 4. mars kl 15. Tiltakslimir til nevndina verða valdir á aðalfundinum.

Nevndin skipar seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin, sum verður 16. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo