Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Birkbloggur: Í einum øðrum bloggi um sama evni, verður tikið saman um estetisku støðuna í Føroyum í einum fyrilesturi á Eiði. Har verður sagt um Varðan Pelagic á Tvøroyri, at bygningurin ”stendur sum landsins størsta skomm har suðuri í annars best varðveitta søgustaði í landinum.”

Tá stórskreytsætlanin - púra lógliga - flytir í títt egna tún, gerst upplivingin undarliga fremmand. Allastaðni tekur hon útsýnið, og mutar ein granni ímóti, so verður hann ella hon stemplað sum eitt útskot av einum ella øðrum slag, sum ikki passar inn í nakað skipað bygdalag. Tað hava vit hoyrt og upplivað fyrr.

Tí er tað rættuliga lagaligt hjá kommunu og lokalkapitalismuni at trumla allar ætlanir ígjøgnum. Her er jú eingin, ið talar borgarans søk, og eftirlitið, sum skal eitast at vera, hevur higartil bara hjálpt og skunda undir tílíkar ætlanir. Tað er sjón fyri søgn.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo