Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Birkbloggur: Í nýggja Netflix filminum ”The Pale Blue Eye” síggja vit Christian Bale í høvuðsleiklutinum sum detektivurin Augustus Landor, ella hin søguligi Auguste Dupin, og Harry Melling, ið fleiri kenna sum Dudley Dursley í Harry Potter filmunum, sum herskúlanæmingurin Edgar Allan Poe (1809-1849), sum í veruliga lívinum skapti fyrsta detektivin, Auguste Dupin í 1841

Tey, sum minnast ríku stereotíðina í hálvfjerðsunum, lurtaðu heilt vist eftir plátuni ”Tales of Mystery and Imagination” hjá Alan Parsons, sum Útvarpið ofta spældi. Plátan, ið var frá 1976, bygdi á tekstir hjá Edgar Allan Poe og tá fløgur síðan komu til, varð kendasta útvarpsrøddin nakrantíð, Orson Welles, løgd inn yvir plátuna. Og tá vørubólkurin ”spoken word” fekk egna hill í plátuhandlum í Aberdeen, hagar Smyril sigldi, kundu vit eisini hoyra Christopher Walken lesa ”The Raven” og Marianne Faithfull ”Annabel Lee” hjá Poe, sum bleiv fremsta fascinatiónsobjekt hjá horrorromatikarum, ið høvdu áhuga fyri útvarpi og teatralsku samanrenningini millum gomul orð og nýggjan tónleik, ið flutu á eini tíðarleysari bylgju. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo