Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvismálaráðið: Nú fer allur bjargafuglur at fáa somu vernd fyri órógv frá ferðslu á sjónum kring oyggjarnar.

“Tíðin er komin at vit víðka verandi vernd til at fevna allan bjargafugl í Føroyum,” sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna.

Higartil hevur tað bara verið sjófuglurin í bjørgum og urðum í Nólsoy, Skúgvoy og Mykinesi, sum hevur notið gott av strongum reglum um sigling undir landi í summarhálvuni. Umhvørvismálaráðið sendir nú eitt kunngerðaruppskot í almenna hoyring, sum víðkar verndina til at fevna um allan sjófugl í landinum. Uppskotið hevur við sær, at ikki verður loyvt at sigla skjótari enn 8 míl nærri enn 500 metrar úr landi í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. august. Ferðavmarkingin skal tryggja, at fuglurin verður órógvaður sum minst í bútíðini.

Freistin at gera viðmerkingar er sett til mikudagin 28. august 2024.

Hoyringsskrivið kann lesast her.

Uppskotið til kunngerð kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo