Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, spyr Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis-og mentamálum, um Lofteftirlitsradaran.

Spurningar:

1. Kann landsstýrismaðurin vátta, at ongin avgerð –hvørki formlig ella óformlig –er tikin av føroyskum og/ella donskum myndugleikum um lofteftirlitsradaran, sum eftir ætlan skal setast upp á Sornfelli?

2. Kann landsstýrismaðurin vátta, at endaliga avgerðin um at seta upp lofteftirlitsradara á Sornfelli verður tikin í Løgtinginum ígjøgnum løgtingssamtykt ella aðra løgtingsfyriskipan?

3. Metir landsstýrismaðurin, at avgerðin um lofteftirlitsradaran kemur undir §52 stk. 2-3 í stýrisskipanarlógini, har ásett er, at landsstýrið ikki kann gera avtalur, sum krevja luttøku Løgtingsins fyri at verða útintar, ella sum annars eru týdningarmiklar?

Viðmerkingar:
Málið um lofteftirlitsradaran, sum danska verjumálaráðið ynskir at seta upp á Sornfelli, er eitt stórt og prinsipielt mál. Tað er greitt, at danska stjórnin ynskir at fáa ein lofteftirlitsradara í Føroyum, og er enntá politisk avtala gjørd í Fólkatinginumum hetta við sonevnda «kapasitetspakkanum», har avtala er gjørd millum flokkarnar í Danmark um at seta 390 mió. kr. av á donsku fíggjarlógini til endamálið. Tískil kann mann seta spurnartekin við, hvar málið liggur í avgerðartilgongdini, og um avgerðir longu eru tiknar á økinum við heimild í verandi lóggávu. Tí verður spurt, um avgerðir longu eru tiknar av donskum og/ella føroyskum myndugleikum í málinum um lofteftirlitsradaran.

Tað er ikki heilt greitt, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til málið, og heldur ikki hvussu málsviðgerðin skal fara fram. Landsstýrismaðurin hevur verið til ráðførslu við Uttanlandsnevndina, og hevur lagt ætlan fyri samráðingargongdina við danskar myndugleikarum ætlaða radaran á Sornfelli. Eftir ætlan fer landsstýrismaðurin, eftir at samráðingarnar eru lidnar, í Uttanlandsnevndina við samráðingarúrslitinum, fyri síðani atgera eina møguliga avtalu um radaran.
Tað er tó ikki greitt, um avtalan verður av slíkum slag, at hon kemur undir ásetingina í stýrisskipanarlóginium millumtjóðasáttmálar, sum krevur luttøku Løgtingsins. Tí verður spurt, hvørt avgerðin um lofteftirlitsradaran skal til viðgerðar, og hvørt avgerðin um radaran skal endaliga samtykkjast í Løgtinginum.

Á Løgtingi, 21.apríl 2021
Bjarni Kárason Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo