Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í sambandi við at Tórshavnar býráð hevur samtykt at byggja nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík, verður nú boðið til undangóðkenning til verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av røktarheiminum.

Við støði í sambandinum við náttúru og umhvørvi skal røktarheimið vera framsøkið og nærverandi bygging á altjóða støði.

Verkætlanarkappingin skal vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, havum o.ø, kunna gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum.

Útboðið verður gjørt sum avmarkað útboð, har upp til 4 undangóðkendir luttakarar verða bodnir at koma við tilboði.

Uppgávan umfatar heildarráðgeving í sambandi við gerð av skipanaruppskoti, verkætlanaruppskoti, forprosjekti, høvuðsprosjekti, útboði í høvuðsarbeiðstøku, umframt uppfylging og eftirlit í sambandi við útinnan. Uppgávan umfatar eisini tilhoyrandi útiøki.

Ætlanin er at byggja røktarheim við 64 búplássum og 16 røktaríbúðum. Skipan av økinum er partur av verkætlanini.

Økið er áleið 50.000 m2. Byggingin er áleið 6.500 m2. Fíggjarligi karmurin fyri verkætlanina er 210 mió. kr.

Lesið meira á síðuni hjá Ráðgevarafelagnum á www.industry.fo

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo