Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Spyrjari: Bjørt Samuelsen, løgtingsmaður

Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Evni: Um ábyrgd av koronufyribyrgjandi tiltøkum

Spurningar:

  1. Hvør hevur evstu ábyrgdina av koronustrategiini í Føroyum?

  2. Hvør tekur endaligu avgerðina um tey fyribyrgjandi átøk, sum landsstýrið velur at seta í verk, og hvør tekur endaligu avgerðina í teimum førum, har tilmæli frá farsóttarnevndini ikki verða fylgd?

  3. Hvat merkir tað, tá løgmaður sigur “tá valdi mann”, “vit hava valt” ella “valdu vit í landsstýrinum” – eru tað landsstýrisfólkini í felag, partar av landsstýrinum, meirilutin av landsstýrinum ella nakar annar saman við hesum, ið sipað verður til, tá løgmaður umrøður tiknar avgerðir?

  4. Í hvussu nógvum førum, hevur løgmaður/heilsumálaráðharrin/landsstýrið/partar av landsstýrinum valt ikki at fylgja ávísum tilráðingum frá farsóttarnevndini?

  5. Er nøkur langtíðar koronustrategi løgd, og um ja, hvør leggur/hevur lagt hesa?

Viðmerkingar:

Støðan í sambandi við koronu er álvarsom. Sjey fólk eru innløgd og fleiri enn 700 staðfest smittað í løtuni, og dagliga leggjast tíggjutals afturat. Fleiri læknar og serfrøðingar hava rópt varskó og mæla til fleiri fyribyrgjandi tiltøk.

Føroyar liggja í toppinum í mun til smittu og innleggingar á sjúkrahúsi, lutfalsliga í mun til fólkatalið, og eru sostatt farin frá at vera tey bestu til at teljast millum tey aftastu í Evropa, tá talan er um at avmarka koronusmittuna.

At døma eftir mongu spurningunum frá fólki í almennu miðlunum, so er ikki heilt greitt, hvør ætlanin er í mun til at fyribyrgja smittuna, og hví tilmæli frá farsóttarnevndini ikki altíð verða fylgd. Løgmaður nevnir landsstýrið í sambandi við tiknar avgerðir, samstundis, sum eitt umboð fyri landsstýrið framvegis alment setir spurnartekin við nyttuna av koppseting, og harvið eisini við koronustrategiina hjá landsstýrinum.

Politisku flokkarnir á tingi frætta tíðindi gjøgndum miðlarnar og mugu seta almennar fyrispurningar, fyri at fáa svar upp á nógvu spurningarnar. Løgmaður hevur higartil frávalt at kalla flokkarnar saman javnan til at kunna um og viðgera støðuna og ætlarnirnar fyri framman. Í flestu londum, vit sammeta okkum við, royna politisku leiðslurnar hinvegin at savna flokkar um løgdu ætlanirnar.

Í spurningi 3 verður víst til orðingar hjá løgmanni í miðlunum, til dømis í kvøldtíðindasendingini í útvarpinum, KVF 31.10.2021. Korona sær út til at vera komið fyri at verða. Tí verður spurt um langtíðarætlan fyri koronu.

Á Løgtingi, 1. november 2021

Bjørt Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo