Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Komandi leygardag 11 mai. hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan. Allur peningurin í ár fer óskerdur til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum við verkætlanunum ‘Øll hava rætt til góð barnaár’ og ‘Liv Lívið’.

- Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Hesar báðar verkætlanirnar hava gjørt ein stóran mun fyri nógv børn og ung. Vit eru takksom fyri allan stuðul og vóna, at Føroya fólk tekur væl ímóti okkara bússuberum leygardagin og vil hjálpa okkum at hjálpa fleiri børnum og ungum.

Øll hava rætt til góð barnaár
Hetta er fyribyrgjandi verkætlan, har børn og ung í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, verða bjóðað møguleikan at koma í bólk saman við øðrum í líknandi støðu. Við serkønari hjálp og vegleiðing práta tey saman um sínar upplivingar, kenslur og tankar.

Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:
Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
Genta 12 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”

Liv Lívið
Verkætlanin Liv Lívið arbeiðir við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsevnum og rúsdrekka. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg.

Nógv kenna eitt trýst til at smakka sær á, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.

Stuðulskonsert sunnudagin

Eins og í fjør verður eisini skipað fyri eini stuðulskonsert í Løkshøll í Runavík sunnudagin 12. mai kl. 19.00. Aftur í ár er tað ein spennandi skrá við nøkrum av okkara bestu, og er hetta ein góður máti at stuðla arbeiðinum og fáa eina góða tónleikauppliving samstundis:

Lea Kampmann
Edith Dahl Jacobsen
Jensina Olsen
Ólavur Højgaard
The Gadders
Victoria á Lakjuni

Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, sum í stóran mun er borið av gávum. Í fjør var savnað inn til somu verkætlanirnar og tá komu 873.525 kr. inn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo