Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Henda vikan var onnur vikan á rað har virðisbrøv rapaðu um at kalla allan heimin. Eitt tað mest brúkta vísitalið, amerikanska S&P 500, er seinastu tvær vikurnar tódnað við nærum 10%.

- Tað kennist sum at íleggjarar bara hava kastað handklæðið í ringin og bíða eftir at himmalin dettur niður, segði Kenny Polcari sum er ráðgevi hjá Slatestone Wealth við Bloomberg News.

Orsøkin er vánaligu útlitini fyri heimsbúskapin við vaksandi inflatión og hækkandi rentum.

Eisini fleiri gjaldoyru føla sviðan. Bretska pundið er fallið so nógv ímóti amerikanska dollaranum, at tað hevur ikki verið lægri í 37 ár. Tað hjálpti ikki, tá nýggi stjórnarleiðarin Liz Truss greiddi frá ætlanunum um eina nýggja vakstrarætlan, sum millum annað hava við sær størstu skattalættar í meira enn 50 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo