Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Carsten Fonsdal Mikkelsen bloggar á Trúboðanum: Fleiri hava víst á, at Jenis av Rana áleggur Bíbliuni so stóran týdning, at hon ávirkar hansara politikk.

Í álopinum á formannin í Miðflokkinum avdúka tey samstundis ein ótrúliga mótsigandi atburð.

Tey ákæra bíbliu fundamentalistarnar, sum Jenis av Rana, fyri at vera ótollyntar. Men ongin er so ótollyntur, sum tann tollynti er, tá ið hann møtir einum, sum hann heldur vera ótollyntan.

Næmingar á Glasir vóru sinnaðir at útihýsa Jenisi av Rana frá einum valfundi, og harvið útihýsa hansara bíbiltrúgvu meiningum frá einum fólkaræðisligum samfelagi.

Í Løgtinginum tykist eisini, sum meirlutin ikki heldur, at ein bíbliutrúgvur kann sita í Landsstýrinum.

LGBT og wokeness bylgjan vísa enn einaferð sín ótollynta atburð, sum ferð eftir ferð roynir at skamma og steingja fyri teimum, sum ditta sær at koma við atfinningum ímóti teimum og teirra endamáli. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo