Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Søgurnar eru, sum liggur í orðinum, stuttar, bert eini 1500 – 2000 orð hvør í vavi. Í prentaðum skapi fevnir hvør søga einar 5-6 smáar síður. Tær eru gott undirhald og fangandi lesnaður, væl skikkaðar til dagdvølju

Aftur í ár hevur Føroya Ungdómsráð savnað saman tilfar um útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum

Í hesum døgum eru sekstan norðurlendskir lærarar á skeið í Føroyum. Ferðaleiðari er Stefan Åge Hardonk Nielsen, ið sigur, at tey savnast kring norðurlendskar smábøkur, sum tey sjálvi gera til undirvísing á øllum málum

Eini hálvthundrað fólk frá ymiskum oyggjasamfeløgum og tjóðum kring heimin eru í løtuni í Havnini. Rithøvundar og serfrøðingar eru savnaðir til ráðstevnu um William Heinesen og skaldskap í fjarskotnum økjum

Bygdasøgan, sum Nes kommuna hevur latið skrivað um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, verður útgivin í kvøld, hóskvødið 4. mai kl. 19.30, í Tofta skúla

- Í Føroyum pakka vit smílandi heilfrystan makrel í brúnar eskjur. Out of sight, out of mind. Menn kunnu jú ikki liva av at granska! Tað sigur seg jú sjálvt

Tórshavnar kommuna hevur í sambandi við Umhvørvisvikuna 2017 útgivið barnabókina ‘Fløskuposturin’

Herfyri vórðu ikki færri enn tvær útgávur av Kirkjutíðindum givnar út

Hetta vísir kanning, ið Ása Róin, adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, hevur gjørt og sum er grundarlag undir kapitli, hon hevur skrivað í nýggjari bók um eldrarøkt

Nýggj bók verður útgivin pálmasunnudag. Tað er Rúni Rasmussen, sum hevur skrivað bókina, ið hevur heitið “Lívið nær Gudi”

Forlagið Ungu Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu, www.unguforoyar.fo. Forlagið hevur valt at leggja alla bókina Hugtøk í bókmentafrøði upp á heimasíðuna

Í Mimir lærir man nógv um lívið, sigur yrkjarin Daniella Andreasen, sum er klár við nýggjum savni

Móðurmálsvirðislønin verður aftur í ár handað á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Tá verður Móðurmálsdagurin hildin í Løkshøll í Runavík frá kl 13:00-16:00. Virðislønin er 25.000 krónur

Bókadeild Føroya Lærarafelags skipar saman við Norrøna Felagnum fyri rithøvundavitjan í døgunum 13. – 16. mars. Tað er rithøvundurin Simon Stranger úr Noregi, sum kemur á vitjan

Soleiðis ljóðar yvirskriftin á ársfrágreiðingini fyri 2016 frá Bókasavninum við Løkin

Tilsamans vóru 146 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri 35.6 milliónir krónur. Ein av teimum sum hevur fingið 1 ára starvsløn er Teitur Lassen

At síggja til er bókin sum ein púra vanlig bók

Sissal Kampmann er í uppskoti at fáa bókmentavirðisløn Norðulandaráðsins

Í dag, 23. februar 2017, gevur forlagið Torgard út skaldsøguna På den anden side er marts eftir Sólrúna Michelsen. Hetta er donsk umseting av Hinumegin er mars, sum Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út í 2013

Í morgin klokkan 10 føroyska tíð, fáa vit at vita hvør er í uppskoti at fáa norðurlendsku bókmentavirðislønina

Her eru trý dømir um norskar myndabøkur sum máttu sensurerast, áðrenn tær vóru útgivnar í «land of the free, home of the brave»

Tá mentanarvirðislønir landsins vóru handaðar fyri einum ári síðani, varð ein heilt serlig gáva latin Føroya fólki

Kærleikagranskarin Dr. John Gottmann er aftur við eini nýggjari bók. Og hesaferð hevur hann svarið upp á best varðveitta loyndarmál í søguni: Hvør eigur skyldina um eitt parlag kollsiglur?

Cøliakifelag Føroya hevur latið gjørt bóklingin Cøliaki – Soleiðis gert tú

Pólski rithøvundurin við einum serligum alski til Føroyar er blivin kallaður 'fupphøvundur'. Nú kemur hann til Føroya at avdúka hvør hann er

Amerikanarin William Peter Blatty er fyrst og fremst kendur fyri at hava skrivað skaldsøguna «The Exorcist» í 1971, sum seinni var gjørd til film

Í fornfrøðiligu rannsóknini, sum Fornminnissavnið gjørdi á Velbastað í summar, kom ein gyltur silvur fingurringur undan kavi.

21. leikritið, ”GIFTINGARFØR GENTA”, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði seinast í 1920-unum er nú komið út. Hetta er skemtileikur í trimum pørtum. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt

Men hvat er ein oyggj? Hvussu stórt skal jarðarpettið vera, fyri at tað skal sleppa upp í oyggjatal?

 

Tað er ongin loyna, at føroyingum dámar væl at binda, og sølan av nýggju bindbókini Bundnar søgur ber eisini prógv um tað, tí fyrsta upplagið er longu útselt og hol er sett á tað næsta

Við frásøgum, myndum og undirhaldi fara Sjúrður Skaale og Steintór Rasmussen leygardagin at leggja fram sínar bøkur í Miðlatúni í Vági kl. 13:00 og í Pubbini á Tvøroyri klokkan 16:00.

Í heyst gav Andreas Mouritsen bókina Á veingjum 2 út. Í hesum sambandið hevur Petur Martin Solmunde í Klaksvík gjørt ein stutta film, sum lýsis bókina og ferðina kring landið

JyllandsPisten skrivar: “Her er bogen, du skal læse inden du besøger Færøerne” og gevur bókini “Vi der er færinger” 5 av møguligum 6 stjørnum

Mikukvøldið kl. 19 hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags bókarframløga á bókasavninum í Sørvági. Bókin, ið verður løgd fram, er So normal og tó ikki. Høvundurin er Birita Michelsen úr Sørvági

Loyniliga junkie-lívið hjá Hitler: - Hann hevði einki vidundurvápn. Hann hevði vidundurrús, hetta avdúkar týski rithøvundurin Norman Ohler í bókini: “Der Totale Raush” – hin totalið rúsurin

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út upprunaføroyska bók um at liva við autismu. Høvundurin er Birita Michelsen, sum býr í Sørvági

- Starvsfólkini trívast væl sambært trivnaðarkanning á starvsfólkadegnum í oktober, lánararnir eru sambært nýggjari kanning væl nøgdir og meira enn helvtin av øllum borgarum brúka bókasavnið meira og minni regluliga

Eitt nýtt blað er komið á føroyska marknaðin. Í dag kom Ó við nýggjum blaði, ið varpar ljós á føroyska ungdómin

Nú um dagarnar kemur stuttsøgusavnið Albert eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð út

- Tað var ein tíð, tá ið eg hugsaði nógv um axolotlar. Eg vitjaði teir í sjósavninum í Jardin des Plantes og varð standandi í tímar og eygleiddi teir, teirra døkku rørslur, teirra óvirksemi. Nú eri eg ein axolotlur

- Sjálvandi skulu skúlabøkur verða innlisnar, tí mentanin býr í málinum!

– ein søga um roysni, gølur og ráðagerðir

So eru bókadagar byrjaðir við stuttsøguupplestri í gomlu handilshúsunum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har William Heinesen varð borin í heim í 1900

Ein yrking sum Anne Frank skrivaði áðrenn hon mátti fjala seg undir seinna heimsbardaga, er seld fyri yvir eina millión krónur

Somu dagar, sum Margretha drotning vitjar í Føroyum, fara harðligar hendingar fram. Ein kavari verður funnin deyður við kongaskipið

Seinasti dreymurin hjá orðabókaportali Sprotans er at lata dyrnar upp millum kinesiskt og føroyskt, avdúkar Jonhard Mikkelsen, stjóri í oddagreinini

139 myndir í hágóðsku og ein ferð yvir Føroyar, sum er ógloymandi og minnir føroyingin á, hvussu vakrar Føroyar eru, og vísir ferðafólkunum eitt land, sum er so vakurt, at tú missir ondina

”Føroysk ráðgeving” kallast nýtt tíðarrit, sum felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni hevur latið prentað í 1.500 eintøkum og eftir ætlan fer at geva út árliga

Í døgunum 26. og 27. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum

Fróðskapur hevur givið út bóklingin Traditional Faroese Food Culture. Hetta er ein stytt útgáva av tvey binds verkinum Bót og biti. Matur og matarhald í Føroyum eftir Jóan Paula Joensen, professara, sum kom út í fjør