Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

20. oktober kemur ein sjaldsama spennandi føroysk krimi á marknaðin. Fært tú hana í jólagávu, fært tú ikki blund í eyguni fyrr enn 2. jóladag. Hon ber av øllum teimum brotssøgum, sum higartil eru skrivaðar á føroyskum

Forlagið Hugnarit hevur júst givið út barnabókina "Nei, sum omma tín er skilagóð". Hetta eru søgur, ið royna at knýta børnini til uppruna sín, eina tíð, tá abbi og omma góvu sær tíð at fortelja abbasoninum søgur frá eini tíð uttan iPad og Pokeman

Hóskvøldið 6. oktober kl 19:30 er byrjanartiltak í kappingini um besta skúlabókahandrit til miðnám og fólkaskúla

- Við bókini "Finn teg í organisatiónini" hevur Helgi Rasmussen, sum rithøvundur, saman við Edvardi Olsen megnað við vælvaldum orðum at lýsa psykodynamiska skipanarástøðið

Foreldrini skiltust, og Jógvan fann bjargingina í ommuni. Júst sama kjarnan sum í skaldsøguni eftir Høgna Debes Joensen. Síggj video har Jógvan hugleiðir um bókina og síni barnaár

- Tað eg gjørdi var óerligt, skeivt og uttan fyri mark, skrivar Sjúrður Skaale millum annað í nýggju bókini

Mikukvøldið kl. 19:30 verður bókin "2000 - tá Føroyar skuldu loysa" løgd fram í Norðurlandshúsinum. Har verður frágreiðing um tað, sum hendi - m.a. við smáum filmsbrotum. Her er sjálvt formælið til bókina

- Hetta er ein grundleggjandi og neyðugur partur av arbeiðnum við integratión, sum hevur verið saknaður millum tilflytarar, ið ynskja at búseta seg her í landinum, sigur David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni

Í døgunum 20.-23. september fer árliga bókamessan í Gøteborg av bakkastokki, og aftur í ár eru føroyskar bókmentir væl umboðaðar

Triði sjónleikurin eftir Jóanes Nielsen, "Havfrúgvin", verður frumframførdur á Tjóðpallinum leygarkvøldið 17. september. Samstundis verður leikritið givið út í bók

Fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale sigur sína søgu um fullveldissamráðingarnar í bók, sum kemur út tann 28. september, sambært Kringvarpinum

Mikudagin 21. september kl.19.00 verður bókin "Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF", sum Hanus Samró, masterlesandi, hevur skrivað, løgd fram á søgu- og samfelagsdeildini

Í bókini eru greinir av ymiskum slag, skrivaðar í tíðarskeiðinum 1974-2015. Einstakar røður eru. Heilsanir. Kvøður. Minningarorð

Í dag fekk Rakel Helmsdal virðisløn Útnorðurráðsins fyri barna- og ungdómsbókmentir á Býarbókasavninum í Havn

Fyrstu bøkurnar frá Bókadeildini eftir summarferiuna eru nú í handlunum. Umframt eina nýggja bók eftir Elsubeth M. Fossádal, er ein nýggj søga um Pettson og Findus og fyrsta bókin í nýggjari røð um heimsins besta kotutýðara!

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum

Fróðskaparrit nr. 62 í røðini er prentað við sjey vísindaligum greinum og yvirlit yvir nýggjar ph.d.arar í 2014-2015. Ritstjórar eru Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará og Magni Mohr. Permumyndina hevur Silja Strøm gjørt

Tað er ikki stórvegis undirtøka fyri ebókum í Føroyum, fáar e-bøkur koma út á føroyskum. Tað var høvuðsorsøkin til, at bókapallurin VITRA lat aftur herfyri

Heimsins ríkasti rithøvundur triðja árið á rað er James Patterson (69) - sum hálaði yvir 628 milliónir krónur inn á bankabókina seinasta ár

Nú Føroya størsta tónleikatiltak, Summarfestivalurin er, leita tveir av høvundunum sær til Klaksvíkar, og fara at hugleða úr rokksøguni

- Tað er av størsta týdningi at umseta føroyskar bøkur til fremmand mál, tí øll verðin býr í øllum málum. Eisini tí føroyska, sigur norskur ritstjóri í samrøðu í nýggjasta blaðnum hjá Atlantsflogi um FarLit

Stuttsøgan 'Implant!' gongur fyri seg í nærari framtíð í einum heimi har íbúgvarnir eru merktir við elektroniskum chippi og verða eygleiddir í øllum geranðisviðurskiftunum

- Eg hugsaði við mær, at hesi liva helst eitt heilt vanligt og kærleiksfult lív sum vit onnur. Eitt lív við øllum, sum eitt lív á jørð nú einaferð bjóðar. Hvussu kann tað vera skeivt? spyr Edvard Nyholm Debes

Edvard Nyholm Debess, sum vit kenna mest frá tónleiki, útvarps- og sjónvarpsarbeiði o.ø. hevur altíð havt stóran tokka til fotografi, og hevur tikið myndir alt lívið

Mánadagin 5. juli kemur bókin "Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar," sum Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað

35 ára gamli svenski bloggarin og rithøvundurin, Fredrik Backman, las religiónsvísund, men gavst og fór at koyra trukk. Tað er líkasum forspælið til ritverkið, sum tey lærdu siga, hjá nýggja svenska metseljaranum í bók og á filmi

Í dag 21. juni kemur nýggj skaldsøga út. Tað er skaldsøgan Óendaliga vera eftir Marjuna S. Kjelnæs

- Hvørt barn í bygdini fær navnið við í bókina, sigur Snorri Brend, rithøvundur. Børnini skulu skriva okkurt jaligt um, hví tað er so gott í Norðdepli

Norska TV2 hevur kannað hvat nakrar av væl umtóktu og kendu barnasjørnunum úr søgunum og sjónvarpssendingunum eftir Astrid Lindgren, gera í dag

Størsta myndlistaverk, sum nakrantíð er givið út á føroyskum forlagi, kemur út í dag kl. 16

Í dag kom bókin Økislistafólk, sum lýsir ein part av Listaleypinum í vár, tá skúlar og listafólk arbeiddu saman um kreativu dimensiónina í ein mánað. Stigtakari er Hedvig Westerlund-Kapnas

Tað er bókin Tilverutankar. Stuttsøgur og hugleiðingar. David Johannesen, prestur hevur skrivað

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið spældir í Føroyum

Í dag fingu næmingarnir í 4. flokki í Norðskála-Oyrar skúla bókina Lukka, sum er gáva frá Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum í samband við, at felagið í ár verður 35 ár

Í hesum døgum fyllir almenna kjakið um eina føroyska filmsvinnu alsamt meira. Filmsgrunnurin er voksin støðugt seinastu árini, og fáa føroyingar um hesa tíð í næsta ári eisini eitt sonevnt Filmshús

Týsdagin 17. mai var bókaútgávutiltak í hølunum hjá Dugna á Hjalla við nýggju bókini hjá Jógvani Zachariassen. Hetta er fjórða bókin, hann hevur skrivað

Greivafrú Alexandra er farin undir at skriva eina bók. Í løtuni skrivar hon eina akademiska bók um forrætningsetikk, skrivar BT

Nýggja bókin Kroppur, kenslur og kynslív er handbók til tannáringin við upplýsingum um alt tað, sum hendir í hesum týdningarmikla tíðarskeiðinum í lívinum

Sunnudagin 8. mai kl. 18 verður leskilig bókaframløga á kunningarstovuni í Nólsoy har bókin Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat eftir Joan Sørinardóttir verður løgd fram

Týska mállæruhjólið hjá Námi er ovast á sølulistanum í Gamla Bókahandili á Vaglinum í Havn, har bókaútsøla er í løtuni

Landsbókasavnið hevur nú gjørt upp, hvussu nógvar bøkur komu út í fjør. Í 2015 vórðu 223 nýggjar føroyskar bøkur skrásettar í føroyska bókalistanum. Tá eru endurútgávur eisini taldar við

Rithøvundarnir Jóanes Nielsen og Tóroddur Poulsen luttaka á bókmentadøgunum Løve’s Litterære Dage í Aarhus, fríggjdag 29. apríl til sunnudag 1. mai

- Hetta er okkara størsta hóttan, heldur rithøvundurin Flemming Rose, sum er á gøtuni við eini nýggjari bók

Í dag legði nýggi ritstjórin, Dorit Hansen, fram bind nummar 83 av Varðanum. Samstundis fortaldi hon væl uppløgd, at í dag vóru tjúgu ár síðan hon átti elsta sonin, Magni, og hon mintist, at jarðarmóðirin tá segði: "Rópa minni, pressa meir!"

Í hesum Varðanum eru stuttsøgur, yrkingar, greinar, ummæli, eitt úrval av list og ein rithøvundasamrøða

- Tað eru 25 rithøvundar og seks týðarar við í hesum fyrsta Varðanum, so eg vil loyva mær at siga, at fjølbroytni er eitt eyðkenni, sigur Dorit Hansen í práti við Birkblog í dag

Svenski rithøvundin Lars Gustafsson doyði síðstu nátt eftir at hava verið sjúkur, skrivar Expressen

Sámal Matras Kristiansen hevur eina grein um undirvísingartilfar í internetøldini. Hon viðger hóttanir og avbjóðingar við Internetinum í einum námsfrøðiligum samanhangi

Bókadeild Føroya Lærarfelags hevur lagt hart út í 2016 við tíggju útgávum harav tvær eru upprunaføroyskar – og fleiri bøkur eru á veg!

Kvæðini í verkinum “Føroya kvæði” eru nú savnað á Snar. Árni Dahl hevur við játtan frá Mentamálaráðnum staðið fyri at gera kvæðini til talgildan tekst