Lít ongantíð á ein fret á gamalsaldrinum
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Abdulrazak Gurnah úr Tansania fær nobelheiðurslønina í bókmentum í 2021. Hann fær heiðurslønina fyri síni avgjørdu og samkenslufullu evni at greiða frá ávirkanini av kolonialismu og lagnuni hjá tilflytarum

Við bókini ”Finka” vann Nám gull í kappingini um bestu skúlabók í Evropa í fjør. Í ár er Nám í tveimum førum við í kappingini um besta nýggja undirvísingartilfar í Evropa

Jógvan Arge hevur givið út bókina “Føroyar í andgletti”, sum snýr seg um 1980ini í Føroyum

Í vikuni varð partiturið – nótaritið – til kendu kompositiónina hjá Williami Heinesen givið út í bók

Talan er um stuttligar og spennandi ungdómsbøkur, óhugnaligar barnabøkur, eina teljibók til tey smáu, eina vakra djórabók og ikki minst – eina skrímslabók afturat hjá Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttur!

Heri er ein forvitin føroysk hara. Ein morgunin Heri Hara er farin út at leita eftir morgunmati, finnur hann okkurt, sum hann ongantíð hevur sæð fyrr, hvat finnur Heri Hara?

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu bjóðaði við hesum orðum vælkomin, tá ritverkið Kvøl var lagt fram á Bókasavninum við Løkin/Løkshøll í kvøld

Aftan á áheitanir og ynski frá bæði ungum og eldri kemur endiliga ein bók, sum snýr seg um føroyska rossið!

- At sigla út á hin myrka poll við flóðini vestur um riv, meðan brotið leikar um ár og toll, og úr mjørkanum kennist driv

Ókeypis STROK og Píka7? Ja, tað ljóðar næstan ov gott til at vera satt. Men tað er satt!

- Hvør einasta søga teskar hansara navn

Henda mánaðin gevur Ranvør Isholm út nýggja barnabók!

Føroysk samfelagsfrøði – C-stig” er spildurnýggj bók ætlað fyrsta ári á miðnámi

- Gleð teg til hesar fimm bøkur, sum Bókadeildin gevur út í august! Talan er um fittar smábarnabøkur – ein teirra upprunaføroysk!

Handilsvinnufelagið hevur gjørt sáttmála við Helga Jacobsen, journalist og rithøvund, um at skriva søguna um føroysku handlarnar

Í fyrradagin hava umsøkjarar fingið boð um, hvørt tey hava fingið játtað stuðul frá Granskingarráðnum til verkætlanir teirra. Tað eru játtaðar tilsamans 7,450 mió. kr. til 10 verkætlani

Fróðskapur hevur givið út bókina Útlitini fyri einum málskifti. Fara vit at tosa enskt? eftir Rakul Skaale Andreasen. Hon hevur eisini gjørt permumyndina

- Óndskapurin stendur millum kross og hosu - millum rivjabein og vargaeygu

- Seinastu 30 árini hava í miðal 2,6 tinglimir skift flokk hvørt valskeið. Hetta er ikki so lítið – heldur ikki, tá ið vit bera okkum saman við onnur lond

Bókin er úrslit av grópandi journalistikki hjá norsku tíðindamonnunum, ið hava ferðast kring heimin og gjørt samrøður við fólk, ið onkursvegna vóru partur av ránsveiðuni eftir patagoniskum tannfiski í altjóða sjógvi

Nýggj føroysk kórbók er nú at fáa í bókhandlunum. Hon hevur heitið 101 kórsangur

Lindin gevur øllum føroyingum ókeypis atgongd til ljóðbókina “Lívssøgan hjá D. L. Moody” í samstarvi við Forlagið Leirkerið

Í dag kemur ”Hvat er demokrati?” eftir guðfrøðingin Hal Koch út á føroyskum. Forlagið HEMLIÐ gevur bókina út

Sprotin hevur skrivað sáttmála við Mofibo um stroymingartænastu. 60 tær fyrstu ljóðbøkurnar eru tøkar. Nakrar eru gamlir kenningar, men fleiri eru nýggjar og nógvar nýggjar eru í umbúna

Tvey nýggj bind av Føroya Siglingarsøgu eftir Páll J. Nolsøe

Í junimánaði kunnu øll børn í Føroyum gleða seg til hesar fimm bøkur, sum Bókadeildin gevur út!

Forlagið Eksil útgevur í dag Ritlist 1 - Antologi

Kritiskt og sera undirhaldandi verður hugtakið, "kenslubúskapur", lýst og greinað sundur í nýggjari vísindaligari grein hjá m.a. Maluni Marnersdóttur, professara á Føroyamálsdeildini

Í gjárkvøldið beyð felagið Varðin til samkomu á Finsen, har kirkjubókin fyri Suðurstreymoyar prestagjald fyri árini 1757-1851 varð løgd fram

Sambært eini nýggjari bók, «After the Fall», skal Barack Obama hava samanborið Donald Trump við O.J. Simpson

Suðurstreymoyar kirkjubók 1757-1851 verður løgd fram í Finsen í kvøld klokkan sjey

Bókin kallast Abbi og eg og abbi, og hon snýr seg um at hava ein abba, ið broytist og er farin at gloyma

Hans Ellefsen hevur saman við Daniel Bromley útgivið eina vísindaliga grein í tíðarritinum "Elementa: Science of Anthropocene" um føroyskan fiskivinnupolitikk síðani 1977

Granskingarráðið hevur skipan til at stuðla føroyskum vísindastarvi. Stuðulsskipanin ber heitið: Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.

Nýggja bókin hjá J. K. Rowling verður eisini givin út á føroyskum

Fróðskapur hevur givið út bókina "Føroysk purisma: Føroysk orð ella orð í føroyskum?" eftir Jógvan í Lon Jacobsen, professara. Bókin er 264 síður

Bókin fylgir unga Thormund Olesen sum er giftur og eigur tvey børn, og býr í eini minni bygd í Føroyum. Men so gongur galið… Søgur fara at ganga um, at hann hevur framt kynsligan ágang móti børnum og ungum

Forlagið Leirkerið hevur júst givið út bók við heitinum: EZEKIEL – profetur og prestur. Høvundur er danin, Poul Madsen (1916-2009)

Í sambandi við at bókin 'Beinta' skjótt verður tøk í bókahandlunum vera framløgur av bókini í byrjanini av mai, har greitt verður frá veruligum hendingum í hennara lívið, sum eru funnar í søguligum skjølum

Journalisturin Omri Galperin, sum búði í Føroyum í tvey ár, hevur skrivað bók, har plottið er í Føroyum. Tittulin á bókini er 'The Island at the Edge of the Ocean'

Pólska Sabina, sum býr í Søldarfirði og tekur ferðavinnuútbúgving í Vestmanna, er einasta kvinna, ið hevur verið uppi á Risanum undir Eiðiskolli

Harry Potter-bøkurnar gjørdust ein risa suksess hjá 50 ára gomlu Rowling og eru tær sjey bøkurnar seldar í 500 milliónum eintøkum og útkomnar á 80 málum og eru filmatiseraðar

Fróðskapur hevur givið bókina Hin føroyski róðrarbáturin eftir Andras Mortensen út av nýggjum. Bókin kom út fyrstu ferð í 2000 og hevur í mong ár verið útseld. Hon er endurprentað, tí mong hava spurt eftir henni

Dómsnevndin fer nú at meta um allar søgurnar, og vinnararnir verða kunngjørdir á stóra tiltakinum í Bylgjuni í Runavík 1. mai

Nú er Felagið Varðin komið meir enn hálva leið við útgávuni av avritum av teimum elstu kirkjubókunum í Føroyum, tí Norðstreymoyar kirkjubók er tann fimta

Á kyndilsmessu í ár vóru 60 ár liðin, síðan Victor Danielsen andaðist. Og í hesum sambandi verður nú ein lítil bók, sum ber heitið “Frelsari mín”, borin í hvørt hús í Føroyum

Nám (ritstjórn S. Sólsker) gevur í hesum døgum út bókina “Føroysk mállæra 3. Ljóðlæra” eftir Hjalmar P. Petersen, professara í málvísindum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Í sambandi við móðurmálsdagin fáa øll føroysk børn undir skúlaaldur eina bók í gávu. Bókagávan er eitt samstarv millum Føroyar lesa og BankNordik

Marjun Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021

Í sambandi við móðurmálsdagin, sum verður hósdagin 25. mars, hevur Føroyar lesa gjørt eina lesivanakanning, sum avdúkar, at flestu føroyingar lesa í songini, og sum oftast lesur hann 30 minuttir í eini krimi, skrivar Skúlablaðið