Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag havi eg fingið upplýst í svari til fyrispurning, at 217 børn eru á bíðilista í barna- og ungdómspsykiatriini, og hvørt barn skal vænta at bíða í upp til 18 mánaðir. Í oktober var bíðitíðin 16-17 mánaðir, og tá vóru 194 børn á bíðilista. Tað gongur tíverri skeivan veg.

Hetta er álvarsligt og ein átrokandi trupulleiki. Eg veit, at landsstýrismaðurin ger sítt besta, men her má øll politiska skipanin vakna. Vit mugu lurta eftir serkunnleikanum og gera tað, sum skal til. Um vit skulu játta meira pening til okkara børn og ungu, so er tað sjálvsagt í mínari verð. Um vit skulu seta serligar skipanir í verk, so skal tað raðfestast fremst.

Heilsumálaráðið upplýsir, at talan er um ein “ógvusligan vøkstur”.

Eg eri ikki eitt sekund í iva um, at Landssjúkrahúsið ger sítt allarbesta, men er tørvur á, at politiska skipanin skal hjálpa til, latið okkum so taka hetta upp beinanvegin.

Børnini eru framtíðin og fyri hvønn dag, tey ganga í óvissu um sína støðu, verður gerandisdagurin óneyðuga strævnari.

Tað gongur eisini út yvir skúlar og dagstovnar, at børnini skulu bíða eftir útgreiningum. Tað er trupult at koma fram til orsakir og loysnir uttan viðgerð og útgreining.

Ein loysn er at fyribyrgja við t.d. at fáa fleiri sálarfrøðingar út á skúlarnar, har teir kunnu samstarva við heilsufrøðingar. Hesir kunnu í felag virka sum ein vegleiðandi hjálp á staðnum og seta neyðug átøk í verk, áðrenn tað er ov seint.

Latið okkum í politisku skipanini standa saman um okkara børn og ungu. Skeiva gongdin við langum bíðilistum í barna- og ungdómspsykiatriini má venda – og tað er neyðugt at varpa ljós á skeivu gongdina fram til, at hon er vend.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo