Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Harald Loeng (vinstrumegin) helt talu fyri Boga Hansen (høgrumegin) undir heiðranini á ráðstevnuni. Harald Loeng er granskari á Havforskningsinstituttet í Bergen og limur í fyrireikingarbólkinum fyri ráðstevnuni

Havstovan: ICES hevur júst hildið sonevnda Decadal ráðstevnu í Bergen, har Bogi Hansen, havfrøðingur á Havstovuni, var ein av heiðursgestunum.

ICES skipar tíggjunda hvørt ár fyri ráðstevnu við heitinum “Symposium on Decadal Variability of the North Atlantic and its Marine Ecosystems”.

Í sambandi við hesar ráðstevnur er vanligt at heiðra granskarar, sum hava virkað innan havgransking í ICES-høpi í nógv ár og hesa ferð var Bogi Hansen ein av trimum heiðursgestum.

Bogi Hansen luttók fyrstu ferð á ICES fundi í 1972 og eru tað sostatt 50 ár síðani.

Bogi hevur í nógv ár verið limur í hydrografiska arbeiðsbólkinum og var eitt skifti eisini formaður í hesum bólki, sum er tann elsti arbeiðsbólkurin hjá ICES.

Hydrografiski arbeiðsbólkurin veitir eitt nú ráðgeving um havfrøðilig viðurskifti til hinar arbeiðsbólkarnar.

Síðani 1999 hevur bólkurin á nærum hvørjum ári givið út eina rapport, sum tekur samanum støðuna viðvíkjandi havklima í Norðuratlantshavi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo