Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í kvøld, 22. septembur kl. 19. verður bókaframløga í Løkshøll í Runavík.

Tá verður bókin: “Tænandi kvinnur – søgan um sjómanskvinnuringarnar”, sum Torleif Johannesen hevur skrivað, løgd fram.

Bókin er 361 síður. Í henni eru 285 myndir av fleiri enn 1000 kvinnum. Forsíðumyndina hevur Livar Nysted málað og Jóhanna Thomsen hevur sett bókina upp. Heimamissiónsforlagið gevur út.

Søgan um sjómanskvinnuringarnar er týðandi partur av søguni hjá Sjómansmissiónini, og er partur av bygdar- og býarsøgunum, ja, partur av Føroya søgu.

Í bókini verður greitt frá teimum 70 føroysku sjómanskvinnuringunum í 65 bygdum og býum í Føroyum, og um tann í Reykjavík og í Hirtshals.

Teir hava verið ryggurin í føroyskari sjómansmissión síðani 1928 og eru tað enn.

Í samband við framløguna fara Petur Hans Hansen og Jónhild Djurhuus við bólki at syngja og spæla og høvundurin greiðir frá bókini. Eisini fara Andrias Magnussen og Ása Jacobsen at siga nøkur orð og Livar Nysted greiðir frá myndini á forsíðuni.

Drekka verður aftaná og høvi at keypa bókina.

Øll eru vælkomin.

Bókin fæst til keyps á Manna.fo og í bókahandlum um landið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo