Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tórshavnar kommuna: Móttøka var í Múllers Pakkhúsi nú seint seinnapartin av seinasta bindinum av Havnar søgu, sum Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen hava skrivað.

Borgarstjórin beyð vælkomin og stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, Niels Jákup Thomsen, greiddi frá sjálvari framleiðsluni av bókini og bókaútgávuni.

Síðan beyð Heðin Mortensen, borgarstjóri, vælkomin í Múllers Pakkhús, her alt angar av søgu, her hvør bjálki greiðir frá hendingum í farnum tíðum, sum hann tók til.

- Partur av húsinum goymir tilfar í sambandi við sjólív og býarsøgu, meira at kalla eitt siglingarsavn. Müllers Pakkhús er partur av søguligu býarmyndini við Vestaruvág og skal varðveitast sum minni um býarsøguna og skipasøguna í Havn.

- Saltgoymslan verður í dag regluliga brúkt til m.a. móttøkur, framsýningar, veitslur og konsertir. Og í dag hittast vit her á loftinum, her segl vórðuu barkað, at hátíðarhalda útgávuna av sætta bindinum av Havnar Søgu.

- Havnar Søga er eitt stórt verk. Úr fyrsta bindi frá fornfrøðiligum rannsóknum og húsagarðsbóndum, skansaverki og kongaliga einahandlinum, fólkavøkstri til serligar tilburðir, og til sættu og seinastu bókina frá 1909 og fram í sekstiárini – so er hetta ein ótrúliga áhugaverd søga um okkara felags høvuðsstað.

- Men hóast alt samanlagt er ein spennandi og samanhangandi søga, so er hetta seinasta bindið kanska mest viðkomandi fyri okkum, sum hava livað ein part av hesi tíðini og hava havt haft ommur og abbar, sum hava minst heilt aftur til undanfarna aldarskiftið.

- Havnar Søga er sera hugtakandi frásøgnin um tey mongu, sum hava lagt sítt aftrat og hava ment býin til tað, hann er í dag. Í hesi seinastu bókini verður demografiska menningin lýst frá krígsloki og fram til 1960, umframt at fólkateljingarnar eru við fram til 1977.

- Allir býarpartarnir verða lýstir, samferðsla, havnarløg og -bóndagarðar, handlar og virki og Tórshavnar Skipasmiðja. Bæði fyrra og seinna kríggj verða lýst. Stuttligt eisini, at yvirlit eru yvir motorbátar, skipaskráseting og húsa- og traðaeigarar.

- So her er nógv søga og óendaliga nógv sera áhugaverd fakta. Og sjálvandi alt skrivað á løttum og lættlesiligum máli.

- Sum borgarstjóri er tað ein serligur heiður at ynskja øllum góðan lesihug. Samstundis fari eg at takka høvundunum fyri hetta stóra arbeiðið. Høvundarnir til Havnar søgu, sum nú telur tilsamans 1800 blaðsíður og førir okkum fram til okkara tíð, eru Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen.

- Jákup Simonsen hevur samskipað útgávurnar fyri Tórshavnar kommunu, meðan Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, hevur staðið fyri bókaútgávuni.

- Havnin er høvuðsstaður alra føroyinga, tí er hetta verk ognað øllum føroyingum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda og ynskt øllum góðan lesihug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo