Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Samstundis sum fleiri og fleiri almenn bókasøvn lótu upp í londunum uttanum okkum, varð eisini fyrsta føroyska almenna bókasavnið sett á stovn – nevniliga Færø Amts Bibliotek.

Upplýsingarhugsjónin um dannilsi og fólkaupplýsing hevði ført til ta fatan, at bókasøvn skuldu vera frítt atkomulig fyri almenninginum, um mentanarsamfelagið skuldi halda áfram at mennast. Hendan fatanin breiddi seg í Evropa fyrst í 1800-talinum og gjørdi, at bókasøvn, sum higartil høvdu verið privat ogn hjá fúrstum og ríkmonnum, nú blivu almenn. Hesi privatu bókasøvnini vóru partur av grundarlagnum undir fyrstu opnu og almennu bókasøvnunum, sum vanliga fólkið – fyri fyrstu ferð - fekk fría og ókeypis atgongd til.

Men í útjaðarunum vóru oftast eingi privat bókasøvn av týdningi, og tí máttu bókasøvnini her byggjast upp uppá heilt aðrar mátar. Ein av føroysku bókasavns-oddamonnunun Jens Davidsen, setti seg í okt. 1826 í samband við danska fornfrøðingin og vísindamannin Carl Christian Rafn og bað um stuðul. Rafn var fúsur at hjálpa, og í einum brævi til Davidsen og skiparan Mikkjal Müller 3/6-1827 skrivar hann:

»...jeg skal staae bi efter Evne, thi først maa der vistnok tænkes paa at samle Bøger.« ... »Biblioteket maa være offentligt og Bøgerne udlaanes gratis, naar det tilsigtede Formaal, Oplysnings og Kundskabers Udbredelse, skal lettest opnåes.«

Rafn eggjaði einum breiðum skara av fólki at geva bøkur til hetta komandi bókasavnið. Longu í apríl 1827 sendi hann 62 bøkur, sum hann og aðrir góvu føroyska bókasavninum. Grundað á nógvu bókagávurnar og stóra vælviljanum frá borgarum, embætisfólkum í Havn og frá útlendskum stuðlum, varð Færø Amts Bibliotek grundlagt 5. november 1828.

Framsýning og framløgur

Týskvøldið 7. november kl. 19.30 letur framsýningin “Bókasavning & bókasavnið” upp í forhøllini á Føroya landsbókasavni, og tveir fyrilestrar fara at  kasta ljós á hetta týdningarmikla tíðarskeið í føroyskari tjóðarbygging.

Framsýningin vísir eitt lítið úrval av nógvu bókunum, sum streymaðu frá útheiminum til lítla høvuðsstaðin í Norðuratlantshavinum í árunum um 1828, tá Færø Amts Bibliotek var sett á stovn, og kastar ljós á netverkið av fólkum, sum fyrst í 1800-talinum var við til byggja eina føroyska bókliga mentan upp.

Skráin verður hendan:

  • Vælkomin: Annika Smith, landsbókavørður.
  • Fyrilestur: Kim Simonsen: At byggja tjóðina - Bókasøvn og aðrir stovnar sum samleikahjálparar.
  • Tónleikur: Angelika Nielsen og Ívar Bærentsen spæla løg úr nótabók Svabos.
  • Fyrilestur: Ole Wich: H.C. Lyngbye og bókagávurnar til Færø Amts Bibliotek 1829 og 1834.

Kaffi, smákøkur og høvi at hyggja at framsýningini.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Framsýningin, ið kann síggjast komandi vikurnar, er úrslit av samstarvi millum:

Føroya Landsbókasavn / Vígdis Bjarnadóttir & Network for European Travel Writing to the Romantic Far North / Ole Wich

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo