Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bolt.fo: Fyri nøkrum árum síðani var Daniel Berg Hestad venjari hjá Erling Braut Haaland, sum í løtuni verður mettur millum heimsins bestu.

KÍ setti fyrr í vikuni Daniel Berg Hestad sum hjálparvenjara hjá besta liðnum og høvuðsvenjara hjá næstbesta liðnum, umframt at hann fær uppgávur á akademinum.

Talan er um ein venjara, sum áður hevur vant góðar ungdómsleikarar. Tá Molde vann NM hjá U19 í 2017 við Daniel Berg Hestad sum høvuðsvenjara, var ein av leikarunum tað kappingarárið Erling Braut Haaland, sum vit í dag kenna sum toppskjútta í Premier League hjá Manchester City.

Haaland spældi fleiri dystir undir Daniel Berg Hestad í 2017 og 2018, tó at hann hoyrdi til besta liðið hjá Molde, har hann eisini spældi nógvar dystir hesi árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo