Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nakrir av bøndrunum.

Nakrir av bøndrunum.

Bóndafelag Føroya: Rættuliga fitt av fólki hevði leitað sær til fundarstaðin, sum var á Búnaðarstovuni í Kollafirði í dag.

Umframt formansfrágreiðing og framløgu av roknskapinum, var eisini nevndarval á skránni.

Nevndin í Bóndafelag Føroya er nú mannað soleiðis: Sigert Patursson, formaður, Eynar Martin Kjærbo, næstformaður, Dánjal Petur Múller, Eyðfinnur í Búðini, Heini á Heygum og Símun Gullaksen. Tiltakslimir eru Jóhan Jógvansson og Bjørn Kalsø.

Heimablíðni hjá Onnu og Óla á Velbastað, borðreiddi við ymiskum leskiligum ábiti úr egnum kova, og høvdu fundarluttakarnir møguleika at njóta góðan borda, áðrenn farið var undir seinna partin av fundinum, sum umfataði framløgur og kjak.

Landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum hevði eina áhugverda framløgu um landbúnaðarpolitik og kom eisini inn á viðurskiftini í sambandi við gongd í haga. Lívligt kjak var eina løtu og luttøkan var góð úr salinum.

Eftir hetta hevði Símun Gullaksen, stjóri í Sp/f Jarðir, eina framløgu um virksemi og endamál felagsins.

Fundurin endaði við, at Fróði Mortensen, stjóri í Førka hevði eina framløgu um biogas og spennandi framgongdina hesum viðvíkjandi. Fundarluttakarnir vóru bjóðaðir at vitja biogasverkið á Skarðshjalla eftir fundin og fingu eina sera læruríka rundsýning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo