Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tann í Føroyum so væl umtókti Frank Erichsen, sum eisini er kendur frá DR sendingini bóndin ella "bonderøven" skal hjálpa ST at fáa náttúruna aftur á beint.

Hann er biðin um at vera við í eini ráðgevandi nevnd undir ST, sum skal ráðgeva, verja og endurbyggja náttúru um allan heim.

Danmarks Radio boðar frá hesum í tíðindaskrivi, og sjálvur sigur Frank Erichsen, at tað er honum ein stórur heiður at vera valdur í nevndina, har hann saman við 24 fólkum úr øðrum londum skal arbeiða fyri heimsins lívfrøðiliga margfeldni.

Hann skal seinni í hesum mánaðinum vera við á stórari ráðstevnu, og eitt av málunum er at geva pláss til nýggj øki við villari náttúru. Samlaða víddin skal vera til støddar sum alt Kina og arbeiðið fer at taka fram til 2030, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo