Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Í kvøld kl 19. verður borgarafundur í Roykstovuni í Kirkjubø. Kirkjubøur er eitt av mest vitjaðu støðum í landinum. So nógv ferðafólk koma til Kirkjubøar, at tað viðhvørt er ein avbjóðing at avgreiða nógvu ferðsluna á smølu vegunum í Kirkjubø, og av nógvum ferðafólki, sum vitja bygdina samstundis.

Kommunan ynskir at skapa góðar karmar fyri, at ferðavinnan kann vaksa og mennast. Men hetta má gerast soleiðis, at tað verður skipað og verður minst møguligt til ampa fyri borgararnar. Vøkstur í ferðavinnuni skapar vælferð, arbeiðspláss og nógvar góðar tænastur, upplívingar og annað fyri borgarar í kommununi. Ongin ivi er um, at ferðavinnan kann mennast og skipast betur.

Tórshavnar kommuna søkti á heysti í 2018 um stuðul frá Visit Faroe Islands til at gera eina menningarætlan fyri ferðavinnuna í Kirkjubø. Umsóknin varð játtað og fyri hálvum ári síðan fór Visit Tórshavn undir at gera menningarætlanina. Arbeiðið er nú liðugt og menningarætlanin verður løgd fram í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo