Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Spennandi tíð stendur fyri framman, nú arbeiðið at leggja fipursamband inn til hvørt húsarhald í Føroyum tekur dik á seg.

Í næstum fer NET at leggja fipurkaðlar inn til hvørt húsarhald í Nes kommunu.

Hesum boðar Nes kommuna frá á heimasíðu sínari.

Fipur er nútímans tøkni, sum gevur skjótt og álítandi breiðband gjøgnum ljósleiðarafiprar á stødd við menniskjahár.

Fipurkaðalin er fáar millimetrar í tvørmáti og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar í tvørmáti, og sum verður løgd inn til hvørt hús.

Bæði rørleiðing og fipurkaðal verða løgd í jørðina, og arbeiðið krevur, at veitir verða grivnar og fresaðar í vegir, tún og onnur øki, samstundis sum fipurútgerð skal setast upp í hvørjum húsarhaldi.

Fipurbreiðband fer at kollvelta internettøknina, vit kenna til á verandi koparneti, tí tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo