Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tú hoyrir tað dag og dagliga. Fyri at trívast á einum arbeiðsplássi, so má leiðslan syrgja fyri starvsfólkarøkt.

Soleiðis eigur eitt kommunustýri eisini at hugsa!

Vit gleðast sjálvsagt yvir, at fleiri fólk eru flutt til Sørvágs kommunu, men ikki ber til at hvíla á lauberjabløðunum, men støðugt má arbeiðast fyri at skapa upplivingar og betri karmar fyri borgararnar í kommununi.

Og tá eg hugsi borgarar, hugsi eg sørvingar, bíggjarfólk, gásadalsfólk og fólk í Mykinesi. Eg hugsi børn, ung og vaksin, fólk, ið er fødd og uppvaksin her, fólk, ið eru flutt higar aðra staðni frá í Føroyum og tey, ið eru flutt úr øðrum londum higar.

Hetta við borgarum úr øðrum londum er eitt heilt kapittul fyri seg, sum Sørvágs kommuna ikki hevur gjørt nógv við. Her má staðiliga koma vend í! Ein, sum hevur tikið trupulleikan upp, er Sørvágs skúli, sum hevur havt undirvísing í føroyskum fyri útlendingum, men her sakna vit kommununa sum viðspælara. Her kann gerast so ómetaliga nógv meira eisini.

Nógv hevur verið gjørt fyri at fríðka um, og tøkk fái kommunan fyri tað, men eg sigi tað sama sum, tá eg stillaði upp til seinasta kommunuval, at rammurnar mugu fyllast út.

Borgararøkt er bæði at hava eitt gott stað at búgva, at skil er á kloakkviðurskiftum, at spæliøki eru fyri børnini, har tey ikki eru í vanda fyri at verða yvirkoyrd, at barnagarður og skúli eru í góðum standi, at útróðarmenn hava tað, sum teimum nýtist á kaiini, at vit skulu kenna okkum trygg á staðnum.

Hetta eru teir meira at kalla fysisku karmarnir, men líka neyðugt er at hava innbúgvið í besta standi.

Hava vit brúk fyri vitjanarvinum? Kunnu vit skipa fyri dansi fyri børnum undir skúlaaldur? Ber til at hava skreiðibreyt í svimjihylinum? Kunnu vit skipa fyri upplestri fyri gomlum á ellisheiminum? Skipa fyri sambinding á bókasavninum? Jogaundirvísing, hevði tað verið nakað? Víðka skránna fyri kvøldskúlaundirvísing saman við Vága kommunu, so tilboðini verða enn fleiri? Taka mentanarkvøldini upp aftur?

Hetta og mangt annað er neyðugt fyri at hava trivnaðin í hásæti í einari kommunu. Eg eri ikki so góðtrúgvin at halda, at alt kann gerast í einum, og helst fer alt ikki at vera líka væl umhildið, men eg haldi, at vit eiga at hugsa nýtt, alla tíðina at royna.

Vit síggja longu nú, at tað ber til. Tilboð eru til pensjónistar: dansur og fimleikur td. Holgar er trúliga yviri á Sýnini og spælir fyri teimum gomlu, nakað sum ikki ber til at seta nóg høgan prís uppá. Ítróttur og sunnudagsskúli er eisini nakað, sum nógvum dámar væl.

Eitt, sum eg legði dent á seinast, og sum eg aftur fari at nevna nú, er kunning til borgarar og møguleiki fyri at fylgja við og geva sína áskoðan til kennar. Kommunan hevur heimasíðu, vit fáa eina ársfrágreiðing eina ferð um árið, og øll kunnu fara á bygdaráðsfund at lurta eftir tí, ið verður tikið upp til viðgerðar.

Nógv meira kann gerast, stórmál eiga at koma fram á borgarafundum, heimasíðan kann útbyggjast nógv meira. Tað er alneyðugt at lurtað verður eftir borgaranum, og at borgarin fylgir við í arbeiðinum, ið fer fram í kommununi. Tað er neyðugt fyri at styrkja fólkaræðið og neyðugt fyri at hava nøgdar borgarar.

Marna Jacobsen - valevni á Lista A

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo