Her eru tríggir fegnir menn, borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, og borgarstjórin í Fámjin, Jóanis Lisberg, saman við varaborgarstjóranum í Fámjin, Arna Teindal, á hesum báðum myndunum tiknar í dag.
- Hetta kemur at knýta bygdirnar enn tættari saman, siga teir nú greitt gjørdist í dag, at sáttmálin millum Landsverk og J&K Petersen um arbeiðið at gera tunnil og vegirnar til nýggja Fámjinstunnilin, er undirskrivaður.
- Brotin vallyftir frá fyrrverandi samgongu eru gjørd til skammar í dag.
- Vit takka samgonguni, saman við Sjálvstýrinum, fyri sera gott politiskt handverk, siga teir í felags skrivi til VP.
Les eisini:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo