Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Nes Kommuna: Fyrr í vikuni varð Jákup á Borg settur sum nýggjur venjari í B68. Beint eftir venjingina fyrrapartin vitjaði borgarstjórin á Svangaskarði, har skipað varð fyri einum kaffifundi saman við leiðsluni í B68.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði, vegna Nes kommunu, nýggja venjaranum hjartaliga vælkomnum og ynskti honum og felagnum blíðan byr at byggja víðari á tað, sum Øssur Hansen og onnur góð fólk í felagnum hava framt seinastu árini.

Borgarstjórin segði, at Svangaskarð og B68 er ein stórur partur av samleikanum hjá bygdafólkinum. Vit standa saman um Ítróttarfelagið og fara av fullum huga at stuðla flaggskipinum í B68, nú fyrsti dysturin við nýggja venjaranum verður í morgin, sunnudagin, ímóti EB/Streymi á heimavølli.

Jákup á Borg takkaði hjartaliga fyri móttøkuna, sum hann hevði fingið á Svangaskarði, frá leiðsluni í felagnum, leikarunum, hjálparfólkunum o. ø. á Toftum.

Venjarin hevur góðar vónir. Hann bæði vónar og væntar, at nógv viðhaldsfólk møta til dystin í morgin og legði dent á, at tað hevur ovurstóran týdning fyri liðið, at viðhaldsfólkini møta upp og stuðla liðnum sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo