Einasta strategiin sum við vissu fer at miseydnast er ongantíð at taka nakran váða
- Mark Zuckerberg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sí fleiri myndir

- Ikki kann sigast annað, enn at skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava tikið væl undir við Spæliliðunum, talan er bæði um skúlaleiðslur, lærarar og næmingar, sum gera sítt til, at Spæliliðini virka, segði Annika Olsen, borgarstjóri, tá hon handaði heiðursprógvini. 

- Tað var í 2011, at fyrsta stigið at skipa spælilið varð tikið, so onkur teirra, sum í dag manna spælilið, munnu minnast, hvussu tey gleddu seg til tey fríkorterini, tá Spæliliðið kom í skúlagarðin og skipaði fyri virkseminum í fríkorterinum.

- Níggju av fólkaskúlunum Tórshavnar kommunu hava havt spælilið hetta skúlaárið, og í dag fáa tit, sum manna liðini, heiðursprógv, ið vísir, at tit hava luttikið í spæliliðnum. Tað er ein heiður at handa tykkum prógvini og vita, at so nógvir av okkara ungu borgarum taka ábyrgd og tíma at brúka tíð saman við yngru næmingunum í fríkorterum.

- Á heiðursprógvum tykkara stendur millum annað: Meira rørsla. Betri trivnaður.

- Tað er júst hetta, sum Spæliliðini geva sítt íkast til. Rørsla og trivnaður hava stóran týdning fyri okkum øll, og gott er at vita, at næmingar í okkara skúlum taka uppgávuna á seg at bøta um trivnað og fáa yngru næmingarnar at røra seg. 

- Teir yngru næmingarnir hugsa kanska ikki so nógv um, at tað at spæla saman, hava tað stuttligt saman, at øll luttaka og eingin kennir seg uttanfyri, er umráðandi fyri trivnað, men tað er júst hetta, tit í spæliliðunum duga at síggja og skipa fyri, soleiðis at øll kunnu hava tað stuttligt og kenna seg væl, tá tit stýra í fríkorterunum.

- Manningin á spæliliðunum hevur verið á skeið við skúlaársbyrjan. Endamálið við skeiðinum er, at spæliliðini læra at skipa fyri, fáa hugskot til spøl og fáa kunning um, hvussu tey kunnu samskifta við yngru næmingarnar og fáa øll við.

- Á heiðurspróvnum, sum nú verða handað tykkum, stendur eisini, at tit hava: 

• sett í gongd spæl í fríkorterinum
• elvt til felagsskap
• fingið teir yngru næmingarnar at røra seg
• víst ábyrgd.

- Takk fyri øll somul, at tit hetta skúlaárið hava mannað spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu og átikið tykkum hesa uppgávu, sum hevur so stóran týdning fyri felagsskap, góðan trivnað og rørslu, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo