Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Komandi tveir dagarnar verða tveir øðrvísi arbeiðsdagar hjá borgarstjóranum í Eiðis kommunu.

Borgarstjórin hevur spurt um arbeiði í Korndalsgarði, og sleppur hann at royna seg í vøggustovu í dag og í barnagarðsstovu í morgin.

- Endamálið er at fáa betri innlit í tað góða arbeiðið, sum verður gjørt í Korndalsgarði.

- Sum borgarstjóri havi eg til tíðir følt, at sjálvt um eg haldi, at eg havi nakað av vitan um økið, so kundi vitanin verið betri.

- Eg eri sera spentur upp á hesar báðar dagarnar, sum eg trúgvi verða góðir og læruríkir, sigur Rógvi Egilstoft Nielsen, borgarstjóri.

Ætlanin hjá borgarstjóranum er at koma runt til onnur arbeiðsøkir í kommununi eisini.

Í komandi viku skal hann royna seg innan eldrarøkt, tá hann fer oman í Korndalsbýli at arbeiða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo