Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Um fáar dagar verður størsta FIRST LEGO League-kappingin í Føroyum nakrantíð. Leygardagin 9. november hittast 23 lið av ungum og børnum í skúlanum á Argjahamri í kapping við robottum og um at byggja býir.

Argjafrensar, City Masters, Framtíðin Er Grøn, Planetin Jørðin og hópur av fleiri liðum við børnum og ungum úr Havn, Suðuroynni, Sandoynni og Eysturoynni hittast til størstu FIRST LEGO League- kappingina, sum nakrantíð er hildin í Føroyum.

Kappingin verður stroymað her

Hetta sæst á youtube við at leita eftir FLL Føroyar.

Í ár hevur áhugin millum børn og ung verið stórur. Heili 23 lið hava meldað seg til kappingina, har liðini skulu menna Lego-robottar og loysa avbjóðingar, ið hesa ferð eru, hvussu vit kunnu trívast í býum í framtíðini.

Fyri fyrstu ferð síðan 2006 er kappingin flutt úr høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík og út á Argir til skúlan á Argjahamri. Í ár luttaka yvir 20 dómarar, sum skulu geva stig í kappingunum á robottbanunum, í programmering av robottum, í samstarvi á liðunum og í granskingarverkætlanunum, sum liðini fyrireika.

Avbjóðingin í FIRST LEGO League-kappingini í ár hevur heitið City Shaper og leggur dent á at finna loysnir, hvussu vit kunnu byggja ein betri heim, og hvussu fólk kunnu trívast í einum burðardyggum umhvørvi.

Tey luttakandi eru í aldrinum 10 til 16 ár, og tey mynda lið við í mesta lagi 10 luttakarum. Við hugflogi, kreativiteti og vinarligum felagsskapi skulu luttakararnir finna spennandi loysnir til ársins evni. Børnini læra við at royna seg fram. Við at granska, leggja fram og skriva uppgávur. Við at arbeiða saman, programmera og at hugsa verkfrøði. Og ikki minst at hava tað stuttligt.

FIRST LEGO League-kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 290.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr eini 94 londum hittast á einum av teim næstan 1.500 tiltøkunum, sum verða fyriskipað kring allan heimin í ár.

Tann 9. november fara í alt 925 lið at kappast í næstan 60 býum í Norra, Svøríki, Danmark og Føroyum.

Vinnararnir av føroysku kappingini fara víðari til skandinavisku finaluna um nakrar vikur. Har skulu tey kappast móti vinnarunum úr hinum norðurlondunum.

Kappingin í Skúlanum á Argjahamri byrjar kl. 10 leygarmorgunin. Tiltakið er opið fyri almenninginum, og atgongd er ókeypis. Vitjandi kunnu keypa drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Fleiri upplýsingar um FIRST LEGO League

- Kunnleikakapping fyri børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár
- Kappingarnar hava verið hildnar í Føroyum síðan 2006
- Kappingarnar hava verið hildnar í Skandinavia síðan 2000
- FIRST LEGO League er ein av heimsins størstu kappingum fyri ung. Árliga luttaka yvir 290.000 ung í 35.500 liðum á næstan 1500 stevnum í 94 londum kring allan heim.
- Endamálið við kappingini er at stimbra hugin hjá børnum og ungum til náttúru, tøkni og støddfrøði og stimbra áhuga teirra at gerast t.d. verkfrøðingar og granskarar.
- Tey ungu læra í verki kjarnavirðini í Gracious Professionalism
- Føroya Tele er partnari í FIRST LEGO League Føroyar
-  Fleiri upplýsingar um FIRST LEGO League kappingina fáast á hjernekraft.org og www.firstlegoleague.org
- Føroyska FIRST LEGO League er á Facebook: FIRST LEGO League Føroyar

Nærri kunning og samband við fyriskiparar fæst við at venda sær til stýrið:

- Jákup Heinesen, Føroya FIRST LEGO League samskipari, heinesen. jakup@gmail.fo
- Harriet Hansen, harrieth@skulin.fo
- Jón Svein Heinesen, jonsvein@kvf.fo
- Heini Mohr Hermansen, Føroya Tele hmh@ft.fo
- Lis Mortensen, lm@jf.fo

FIRST LEGO League Føroyar samstarvar við Føroya Tele og verður stuðlað av Mentamálaráðnum, Arctic Import, Dveylan reingerð, MBM, Skúlanum á Argjahamri og Tórshavnar Kommunu. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo