Ein av mongu fyrimununum hjá hinum ríka er, at hann hevur ráð at ganga fátæksliga ílatin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Mikudagin 30. mai kl. 10 verður árligi 1-1-2 dagurin hildin fyri elstu barnagarðs- og forskúlabørnunum í Tórshavnar kommunu. Tiltakið verður á parkeringsøkinum við Badmintonhøllina í Gundadali.

Sjúkraflutningstænastan, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tórshavnar Sløkkilið, Tórshavnar kommuna, SSP-Ráðgevingin og Løgreglan skipa fyri 1-1-2 degnum.

Á 1-1-2 degnum fáa øll barnagarðs- og forskúlabørnini, sum fara í 1. flokk í summar, ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.

Tiltakið er liður í tí fyribyrgjandi arbeiðinum, sum øll hesi yrkisfólk eisini taka sær av.

Nógv verður at hoyra og síggja hjá børnunum - eitt nú bilar hjá sløkkiliði, løgreglu og sjúkraflutningi. Haraftrat eru hundar hjá løgregluni á staðnum.

300 børn og vaksin í Tórshavnar kommunu eru við til henda dagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo