Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

So fall avgerðin hjá tingmanning fólkaflokins: Tá Jacob og Elsebeth hava tikið seg úr landsstýrinum, so má flokkurin velja onnur fólk í teirra stað, nú samgongan ætlar at halda áfram valskeiðið út.

Sum í Fuglakvæðinum: "Hvilkin skulu vit velja"?

Tá tingvald taka sæti í landsstýrinum, koma næstvaldu í teirra stað í løgtinginum.

Næstu hjá Fólkaflokkinum hava higartil verið Heðin, Annika og Brandur.

Men vísast skal á, at hesi eru ikki vald persónliga á ting.

Trupulleikan við Anniku hevur sína søgu, sum vit kenna, ið fylgja við.

Eg skilji væl, at Brandur er keddur um úrslitið, eftir at hava tænt okkara politikki í fleiri ár, men tað skuffar meg, at hann nú vendir okkum bakið, vit ið hava meir og minni stríðst fyri hann sum valevni floksins at hann skuldi koma á ting, sjálvt um atkvøðutalið varð ov lítið.

At hann nú meldar seg úr fólkaflokkinum er fyri meg sum "ein frammaná"!

Og eftir siti eg við spurninginum: Hvat er hent og hvat er galið?

Tú kanst ongantíð seta spurningin, um valdu eru "teir røttu persónarnir".

Hesi eru vald eftir galdandi lóg, men spurningur kann setast, hvussu gagnligt hesi umsita politiska vald teirra í mun til valskránna, tey eru vald eftir!

Í kvøld fingu vit í sjónvarpinum eina rámandi gongd um trupulleikarnar innanfloks. Spurdir vórðu beinleiðis viðkomandi persónar, og uttan at sjónvarpið gitti ella legði teimum orðini í munnin.

Tá trupulleikar eru at síggja í flokkum, so verður oftast roknað við, at tað er sum at koyra salt í sárið at sleppa fjølmiðlum framat, men í verandi støðu fekk flokkurin sera góðar umstøður.

Og tað vísir flokkurin við at velja nýggjan floksformann og at útgreina stevnuskránna á skynsaman hátt, so fólkini veruliga skilja hana.

Vit hava fingið nýggj politiskt óspilt fólk í fremstu røð, so lat okkum taka av avbjóðingini!

Sjálvur eri eg uppvaksin í Fólkaflokkinum, og síðan eg fekk politiskt meðvit, so er mær greitt onga aðrastaðni at vera. 

Og eg velji ikki Fólkaflokkin, tí Jørgen er formaður!

Eyðun Mohr Viderø
06.‎01.‎2022

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo