Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fyrsti filmur í nýggja árinum er brasilski "Systrarnar Gusmão og teirra ósjónliga lív”. Leikstjóri er Karim Aïnouz og filmurin byggir á skaldsøgu hjá Martha Batalha, sum bæði eru brasilsk.

Tey vunnu fyrstu virðisløn í Un Certain Regard skránni í Cannes 2019, og filmurin varð brasilska uppskotið at vinna altjóða Oscarvirðislønina.

Filmurin um systrarnar Gusmão verður lýstur sum ein sensuelt hugtakandi, flamboyant, lit- og kenslumettað søga um tvær systrar, ið saman vaksa upp í Rio de Janeiro í fimmtiárunum, til vegir teirra skiljast meðan tær enn eru ungar.

Eldra systurin, Guida, møtir ein grikskum sjómanni, verður við barn og fer út í verðina.

Yngra systurin, Eurídice, ið er ein gávurík pianoleikarinna, vónar at sleppa á tónlistaskúlan í Wien, men verður eisini við barn.

Systrarnar eru eins óhepnar við monnum, og tað verður ikki frægari, tá pápin einki vil hava við Guidu at gera, tí hon hevur mist mannin og er nú einsamøll mamma. Guida heldur, at Eurídice er farin til Wien, meðan Eurídice einki fær at vita um, at systurin er komin heim. Gjøgnum eitt langt lív leingjast tær hvør eftir aðrari - uttan at vita, at tær búgva mest sum dyr um dyr.

Ummælaratænastan hjá Roger Ebert gevur fult stigatal og sigur: ”Lush melodramas are a dying breed, especially masterful ones like Karim Aïnouz’s Invisible Life that wear Douglas Sirkian genre conventions on their sleeve proudly and abundantly.”

Camera Film hevur útvegað Filmsfelagnum nýggja brasilska filmin, “A Vida Invisível”, sum fær so góð altjóða ummæli, og verður sýndur við donskum undirteksti.

6/1 2021 kl 20:00 Systrarnar Gusmão og teirra ósjónliga lív (, Brasil 2019, 140 min).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo