Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í dag rindar eitt miðal húsarhald í Stórabretlandi góðar 17.000 krónur um árið fyri hita og el. Men henda upphæddin fer at fleirfaldast næstu mánaðirnar, heldur uttanveltaða ráðgevingarfyritøkan Auxilione.

Longu í oktober skulu bretsku húsarhaldini vænta, at rokningin er vaksin uppí góðar 31.000 krónur, beint eftir ársskiftið er hon komin upp í 42.000 krónur og í apríl næsta ár er olju- og elrokningin hjá einum miðal húsarhaldi í Stórabretlandi komin uppá 53.300 krónur ella umleið ein trýfalding av tí hon er í dag.

Tað búgva um 67 milliónir fólk í Stórabretlandi, og hildið verður, at einar 45 milliónir fólk verða rakt av ógvusligu meirútreiðslunum.

Tað er fyrst og fremst kríggið í Ukraina sum ger, at oljan og gassið í Europa er vorðið so nógv dýrari farnu mánaðirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo