

Meirilutin av bretum helda, at tað var ikki gott fyri Bretland at bretar í 2016 atkvøddu fyri at fara úr ES. Tað vísir ein YouGov kanning, sum er gjørd og kunngjørd nú støðan á arbeiðsmarknaðinum er merkt av ruðuleika og verkfalli.
Bara 15% av teimum spurdu halda, at Brexit hevur verið gott, ímeðan 53% kalla Brexit eina vanlukku. Sjálvt millum tey sum atkvøddu fyri Brexit á fólkaatkvøðuni, heldur hvør fimti, at tað hevur verið ein vanlukka fyri landið.
Kanningin vísir, at bretar í dag halda, at Brexit hevur gjørt búskapin verri fyri. Tó vilja bert 47% hava nýggja fólkaatkvøðu um spurningin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo