Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin: Tónleikabólkurin Brim úr Vestmanna tulkar sangir hjá The Beatles. Í fjør vóru teir bodnir at vera við á serligu Beatles vikuni í Liverpool, og teirra framførsla var so góð, at fyrireikararnir hava biðið teir koma aftur í ár.

Víðagitna Beatles vikan í Liverpool er síðst í august, men áðrenn tað fer Brim at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík. Teir fara at framføra Beatles sangir – og tað verður líknandi framførsla, sum teir fara at hava í Liverpool nakrar vikur seinni. Hetta verður ein heilt serlig løta á festivalinum, har mætasti poppbólkurin í søguni verður heiðraður.

Brim fer eitt nú at spæla sangir sum "Can't Buy Me Love", "Rock 'n Roll Music", "Don't Let Me Down", "A Hard Day's Night", "All my Loving" og "Paperback Writer".

Tónleikarar í Brim eru Vagnur Streymoy, Jónsvein á Rógvu, Dávur Magnussen, Jóan Pauli Magnussen og Sergio Muñoz.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo