Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti á fundi 22. juni 2022 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 139a og 1æf í Hoyvík.

Uppskotið til broytingina snýr seg um at broyta part av matr. nr. 139a frá A3 øki og D2 øki til at verða 4 grundumráði, frá B8 øki til at verða B4 øki, frá A3 øki til at verða D2 øki og B4 øki umframt at broyta part av matr. nr. 1æf frá A3 øki til at verða D2 øki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av øki við Stórutjørn liggur frammi á kommunalu heimasíðuni og í Snarskivuni frá 28. juni 2022 til 9. august 2022.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 9. august 2022.

Tilfarið sæst her: 

Kunngerð - Uppskot til broyting av byggisamtyktini fyri part av øki við Stórutjørn

Byggisamtyktin fyri part av øki við Stórutjørn - áðrenn broyting

Byggisamtyktin fyri part av øki við Stórutjørn - eftir broyting

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo