Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Løn og eftirløn í sáttmálunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og teimum fimm arbeiðarafeløgunum verður broytt 1. mai 2023. Hetta merkir, at tann áður fráboðaða lønarhækkingin á 3,50% ístaðin verður 3,34% og eftirlønin hækkar við 0,20% til 11,20%.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini samdust til seinastu sáttmálasamráðingar, at lønin skuldi hækka 3,50% í 2022 og 3,50% í 2023.

Eftirlønin í arbeiðarasáttmálunum er í dag 11% av lønini. Lógarásetta eftirlønargjaldið hækkar tann 1. januar 2024 við einum prosenti til 10% av løn og frítíðarløn. Hetta merkir, at 1. januar 2024 lúka sáttmálarnar ikki treytirnar í lógini, tí at 11% av løn er lægri enn 10% av løn og frítíðarløn.

Fyri at sleppa undan, at arbeiðsgevarar skulu minkað um lønina, og flyta part av lønini til eftirløn, hava partarnir avtalað, at nakað av lønarhækkingini 1. mai 2023 verður lagt um til eftirløn.

Ístaðin fyri at lønin hækkar 3,50% 1. mai 2023, so verða hækkingarnar í arbeiðarasáttmálunum hesar:

Lønin hækkar 1. mai 2023:                               3,34%

Eftirlønin hækkar 1. mai 2023:                        0,20% og verður sostatt 11,20%.

Lønartalvurnar eru dagførdar á heimasíðuni www.industry.fo

Broyting í grein 24, stk 2 um lívstrygging í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðarafelag
Á seinasta aðalfundi avgjørdi Havnar Arbeiðarafelag (HAF), at lívstryggingargjaldið á 1,5% verður ein partur av eftirlønargjaldinum á 11,20% frá 1. mai 2023.

Hetta merkir, at frá 1. mai 2023 skal arbeiðsgevarin ikki flyta 1,5% av lønini hjá limunum til lívstrygging.

Arbeiðsgevarin skal tó frammhaldandi  flyta limagjaldið á 2,5% av lønini, eins og áður. Hetta stykki stendur óbroytt í grein 24, stk. 1 í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðarafelag.

Eftirlønargjaldið til limir í HAF skal, sambært grein 24, stk. 3, flytast til eftirlønarskipanina hjá HAF, soleiðis at limir ikki detta úr kollektivu lívstrygginharskipan felagsins.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo