Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Farsóttarnevndini hevði fund í gjár, har avgjørt bleiv at 31. januar verður hildið uppat at kanna við markið.

Eisini varð avgerð tikin um at strika tilmælið um heimauppihald til 2. dag eftir komu. Hetta verður gjørt beinanvegin.

Mælt verður tó framvegis til at fólk lata seg kanna 2. dag eftir komu.

Harumframt hevur Farsóttarnevndin avgjørt at linka sóttarhaldsreglurnar, soleiðis at “tættar kontaktir”, sum hava fingið 3. prik, ikki skulu í sóttarhald.

Mælt verður tó framvegis til at hesi lata seg kanna 4. dag  og 6. dag.

Landsstýrið viðgerð í løtuni, hvussu farast skal fram framyvir, eitt nú í mun til tilmælini um náttarlívið og hvussu nógv fólk kunnu savnast.

Løgmaður fer tí at umrøða støðuna við allar floksformenninar.

Væntandi koma neyvari boð frá landsstýrinum seinni í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo