Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Landsverk: Sune Jacobsen, borgarstjóri, vísir á, at kostnaðarmetingin hjá Landsverki er 10 mió. krónur lægri, enn kostnaðarmetingin hjá kommununum vísir.

Hetta er bæði misvísandi og villeiðandi, tí kostnaðarmetingin hjá Landsverki byggir á eina munandi minni umvæling enn hana, kommunurnar í Vágum leggja upp til. Sostatt er talan um tvær ymiskar verkætlanir fyri umvæling.

Í verkætlanini hjá Landsverki varð lagt upp til at seta bygningin í upprunaligan stand. Tað merkir at skifta útsíðurnar, og annars umvæla bygningin innan. Haraftrat at gera nakað fyri at betra um luftskiftið í bygninginum.

Núverandi verkætlan fevnir um tað sama, sum verkætlanaruppskotið hjá Landsverki, men harumframt at dagføra bygningin innan við bæði at umskipa rúm og til dømis útskifta alla elskipanina. Hetta átti Sune Jacobsen sjálvandi at havt upplýst í samrøðu síni við útvarpið á middegi mikudagin.

Tó skal sigast, at Landsverk kennir ikki útboðið hjá kommununum niður í smálutir, men kann bert staðfesta, at talan er um tvey rættiliga ymisk arbeiði, sum ikki uttan víðari kunnu samanberast.

Við hesum vónar Landsverk, at misskiljingin um umvælingina av Ellisheiminum á Sýnini í Vágum er beind av vegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo