Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Almennu bussleiðirnar

Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at gera átøk, ið skulu fáa fólk at brúka almennu bussleiðirnar meira?

2. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, kann hann so greiða frá, hvør hon er?

3. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, nær kann so roknast við, at hon verður sett í verk?

Viðmerkingar:
Nógv fokus er á orkusparingar, veðurlagspolitikk og átøk, ið skulu minka um CO2- útlátið. Á samferðsluøkinum verður nógv tosað um el-bilar o.a., men ein møguleiki sum sjáldan verður nevndur, er brúkið av almennu bussleiðunum.

Vit hava nógvar bussleiðir í landinum, og um tær vórðu brúktar meira, kundi nógv orka verið spard. Men av tí at ruturnar í nógvum førum passa illa við arbeiðs- ella skúlatíðirnar hjá fólki, velja mong heldur at koyra við egnum bili.

Og av tí at fólk heldur velja at koyra við egnum bili, er grundarlag ikki fyri at økja um túratalið hjá bussunum. Talan er sostatt um eina sokallaða ”ónda ringrás”.

Sambært hagtølum er ferðafólkatalið við Bygdaleiðum minkað tey seinastu nógvu árini, samtíðis sum familjur eru hart fyrispentar fíggjarliga, og tosað verður um at minka um CO2-útlátið.

Tað kann tykjast sum, at tað skal ein hugburðsbroyting til fyri at fáa føroyingar at velja almennu samferðsluna, og tí verður spurt, um landsstýrið hevur nakra ætlan á hesum økinum, og í øðrum lagi, hvør tann møguliga ætlanin er, og nær hon verður sett í verk.

Á Løgtingi, 28. september 2022
Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo